Mentamálaráðið hevur viðgjørt málið um broyttu próvtølini í Stranda Skúla sum eitt eftirlitsmál. Málið byrjaði við, at Mentamálaráðið fekk ein fyrispurning og eina fráboðan frá einum lærara, tí leiðslan á skúlanum hevði broytt ársmet hjá nøkrum næmingum. Spurningar, sum vóru reistir í fráboðanini, vóru sera grundleggjandi fyri álitið á próvtalsskipanina v.m., og Mentamálaráðið tók tí avgerð um at viðgera málið sum eitt eftirlitsmál. Tí hevur hoyring verið í málinum á sama hátt, sum gjørt verður í samband við klagumál.
Mentamálaráðið staðfestur út frá hoyringini, at lærarin gav ársmetini á skeivum grundarlag, og Mentamálaráðið er av teirri fatan, at tað var rætt av skúlastjóranum at taka stig til at rætta mistakið. Men rættingin átti at verið gjørd beint eftir, at tey skeivu ársmetini vóru skriva í próvtalsprotokollina og í tøttum samskifti við læraran, sum gav ársmetini. Mentamálaráðið hevur givið skúlastjóranum eina átalu fyri óhepnu handfaringina av málinum og gjørt greitt, at hetta eigur ikki at endurtaka seg.
Mentamálaráðið ger ikki meira við eftirlitsmálið um Stranda Skúla.
Øll niðurstøðan í málinum kann lesast niðanfyri:
11. februar 2013.
"Viðvíkjandi ársmetum hjá næmingum í 9. flokki í Stranda Skúla skúlaárið 2011/12
Í teldubrævi, dagfest 9. juli 2012, hevur lærari í Stranda Skúla sent Mentamálaráðnum fráboðan og fyrispurningar í sambandi við, at skúlaleiðslan í Stranda Skúla hevði broytt ársmet hjá nøkrum næmingum í 9. flokki í lærugreinunum ítrótti og kristni soleiðis, at ársmetini, sum lærarin gav næmingunum, vóru broytt til støðumetini, sum sami lærari gav næmingunum á páskum. Ársmetini, sum lærarin hevði givið næmingunum í ítrótti, vóru eitt 7 tal, fimm 5 tøl og fimm 3 tøl og í kristni eitt 9 tvey 5 tøl og sjey 03 tøl.
Spurningar, sum vóru reistir í fráboðanini, vóru sera grundleggjandi fyri álitið á próvskipanina v.m. Mentamálaráðið tók tí avgerð um at viðgera málið sum eitt eftirlitsmál, og tí hevur hoyring verið í málinum á sama hátt, sum gjørt verður í sambandi við klagumál.
Hoyring
Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi hoyrt leiðsluna, læraran í kristni og ítrótti, læraran, ið boðaði frá málinum umframt flokslærararnar.
Í skrivi, dagfest 6. august 2012, greiðir skúlaleiðslan í Stranda Skúla frá, at orsøkin til at próvtølini vórðu broytt, var, at í sambandi við, at næmingar fingu prógv í summar, vóru tað fleiri dreingir í 9. flokki, sum í ítrótti og kristni fingu ársmetið 03 og 5. Á páskum fingu somu næmingar ávikavist 8 og 9 í ítrótti og kristni. Hetta metti leiðslan vera ringt at skilja hjá næmingum og foreldrum. Leiðslan gjørdi tí av, at hesir næmingar fingu nýtt prógv, har støðumetini í ítrótti og kristni frá páskum vóru framflutt til at verða ársmet hjá næmingunum.
Skúlastjórin vísir í skrivinum m.a. á, at tá ið leiðslan gjørdi av at broyta metini, so var fyrst og fremst hugsað um næmingarnar. Eisini sigur skúlastjórin, at samstundis sum leiðslan eigur at hugsa um lærararnar, eigur hon eisini at taka atlit til næmingarnar, og tað var tað, sum vigaði mest í hesum føri. Leiðslan ásannar, at gongdin í hesum máli kundi verið øðrvísi, har leiðslan átti at havt tosað við læraran og helst eisini flokstoymið, áðrenn stig vórðu tikin til at broyta metini.
Skúlastjórin hevur síðani í hoyringini kunnað um, at hann stutt fyri próvhandanina, tá hann skuldi undirskrivað prógvini, gjørdist varugur við sera stóra munin millum givnu ársmetini og seinastu støðumetini. Hann metti seg ikki hava annan møguleika enn at handa prógvini á fráfaringardegnum sum ætlað, hóast avgjørdu fatanina og niðurstøðuna, at ársmetini í kristni og ítrótti vóru skeiv og skuldu broytast. Skúlastjórin vísir á, at tað var ikki eftir trýsti frá foreldrum, at metini vóru broytt. Ongin kæra var komin frá foreldrunum. Avgerðin var tikin við tí grundarlagi, at skúlastjórin metti, at ársmetini vóru skeiv, og at næmingar og foreldur ikki áttu at svíða fyri tað. Nýggj prógv vóru síðani latin viðkomandi næmingum eftirfylgjandi.
Lærarin í lærugreinunum kristni og ítrótti sigur m.a. í sínum viðmerkingum til málið í telduposti frá 18. august 2012, at hann hevur hildið seg til námsætlanina, men at hann í karaktergevingini eisini hevur lagt dent á uppmøting og atburð hjá næmingunum. “Når jeg giver karakter da bruger jeg læreplanen for hvert fag for sig, så ser jeg på opmødning, arbejde i timene, engagementt og opførsel.“
Í hoyringarsvarinum skrivar hann, at hann hevur kent seg ivasaman um at geva próvtøl og hevur roynt at sett seg væl inn í orðingarnar í próvtalsstiganum og í námsætlanunum. Hann hevur givið próvtølini eftir bestu sannføring og vísir staðiliga aftur, at hann við próvtølunum hevur havt ætlanir um at revsa nakrar næmingar.
Hann undrar seg yvir, at leiðslan ikki hevur vent sær til hansara, eftir at hann fyrst í mai mánaði, rættstundis hevði skrivað ársmetini í próvtalsprotokollina. Hann eftirlýsir, at leiðslan hevði hjálpt og vegleitt lærarunum. Hann er sera atfinningarsamur um, at leiðslan hevur broytt karakterirnar uttan at hava samskift við seg.
Lærarin vísir eisini á, at hann hevur gjørt leiðsluna varuga við uppmøtingina hjá næmingunum, men at stig ikki vóru tikin til at bøta um hesi viðurkifti.
Frávera hjá næmingum
Í hoyringini hevur lærarin í kristni og ítrótti víst á vánaliga uppmøting hjá næmingunum, sum hann sigur seg hava gjørt vart við.
Mentamálaráðið hevur í hoyringini lagt dent á at fáa upplýst, um næmingarnir hava havt so vánaliga uppmøting, sum lærarin hevur víst á, og um leiðsla skúlans hevur fingið boð um hetta, uttan at hava tikið nøkur stig hesum viðvíkjandi. Tað er sambært § 45, stk. 1 í fólkaskúlalógini skylda skúlaleiðarans at ansa eftir, at allir teir næmingar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini.
Fólkaskúlin hevur eisini eina flokslæraraskipan sbrt. § 21, stk. 5 í fólkaskúlalógini, har ásett er, at til hvønn flokk verður settur ein flokslærari at loysa serstakar uppgávur flokkinum viðvíkjandi. Hetta kunnu vera mál um trivnað, uppmøting, atburð, faklig avrik og arbeiðslag. Mannagongdin er, at lærarar floksins seta seg í samband við flokslæraran, sum vegna næmingar og lærarar floksins tekur ymsu málini upp við skúlaleiðsluna og foreldur. Í § 3, stk. 2 í kunngerðini um flokslæraran er ásett, at flokslærarin er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar.
Vanliga mannagongdin er, at lærarar venda sær fyrst til flokslæraran bæði viðvíkjandi uppmøting og atburði. Henda skipan forðar tó ikki fyri, at einstaki lærarin setir seg í samband við leiðslu skúlans, um serligir trupulleikar eru í einum flokki.
Næmingarnir í ítrótti eru úr tveimum flokkum, 9. a og 9. b, og hevur Mentamálaráðið tí hoyrt báðar flokslærarnar um uppmøtingina hjá næmingunum. Eisini hevur Mentamálaráðið hoyrt læraran, sum reisti málið. Viðkomandi er partur av flokstoyminum í 9. b., og vendi viðkomandi sær til Mentamálaráðið um at fáa innlit í skrivið, dagfest 20. desember 2012, frá flokslæraranum í 9. b.
Flokslærarin í 9. b hevur í skrivi 20. desember 2012 boðað leiðslu skúlans frá, at lærarin í kristni og ítrótti ikki hevur vent sær til hansara sum flokslærari um fráveru og atburð hjá næmingum í 9. b, og at lærarin heldur ikki hevur ført hetta í protokollina hjá flokkinum.
Skúlastjórin skrivar í hoyringini, at hann ikki kendi til, at stórir trupulleikar vóru í 9. flokkunum av tí einfaldu orsøk, at hann ikki hevði fingið nakra fráboðan frá lærarum ella foreldrum um hesi viðurskifti. Í hesum sambandi vísir skúlastjórin til skrivið frá flokslæraranum í 9. b.
Skrivið hjá flokslæraranum í 9. b var endurgivið í Dimmalætting 18. januar 2013, og í hesum sambandi sendi flokslærarin í 9. a Mentamálaráðnum viðmerkingar til málið. Flokslærarin skrivar, at tað á lærarastovuni mangar ferðir hevði verið tosað um vánaligu uppmøtingina hjá næmingunum í 9. flokkunum hjá ávísa læraranum, meðan leiðslan eisini var til staðar.
Skriv frá flokslæraranum í 9. a var sent til hoyringar hjá skúlaleiðaranum, læraranum í kristni og ítrótti og flokslæraranum í 9. b.
Skúlastjórin heldur fast við í hoyringarskrivum um fráveru og atburð hjá næmingum í kristni og ítrótti, at hvørki lærarin í kristni og ítrótti ella flokslærarnir hava vent sær til leiðsluna um hesi viðurskifti.
Flokslærarin í 9. a, har 3 næmingar vóru í ítróttaflokkinum, hjá læraranum í kristni og ítrótti, førir fram, at leiðslan visti um trupulleikarnar við uppmøting og atburði. Tað sama sigur lærarin í kristni og ítrótti og lærarin, ið reisti málið, meðan leiðslan, skúlastjóri og varaskúlastjóri, siga, at leiðslan ikki var kunnað um málið. Flokslærarin í 9. b, sigur, at lærarin í kristni og ítrótti ikki kunnaði hann um viðurskiftini, og at hann sjálvur ikki hevur tosað við leiðsluna um málið.
Mentamálaráðið hevur eisini fingið avrit av floksprotokollunum í 9. a og 9. b. og har framgongur ikki, at næmingarnir hava møtt illa upp. Eingin viðmerking er í protokollini um uppmøting í kristni og ítrótti.
Hoyringin vísir, at greitt er ikki, hvørt leiðslan visti um, at tað vóru nakrir trupulleikar viðvíkjandi uppmøting og atburði hjá næmingunum í 9. flokki í kristni og ítrótti. Leiðslan hevur ikki fingið nakra formliga fráboðan frá læraranum ella flokslæraranum um hetta. Floksprotokollin hjá 9. b vísir ikki, at umrøddu næmingar hava møtt illa upp, meðan floksprotokollin hjá 9. a ikki er førd á nøktandi hátt. Foreldrini hava heldur ikki fingið nakra fráboðan um hetta. Staðfestast kann tí ikki, at leiðslan ikki hevur havt nøktandi eftirlit sbrt. § 45, stk. 1 í fólkaskúlalógini og fylgt við, at allir næmingar, sum eru skrivaðir inn í skúlan, taka lut í undirvísingini.
Fleiri hoyringarsvar benda tó á, at viðurskiftini viðvíkjandi uppmøtingini og atburðinum hjá nøkrum næmingum í 9. flokki hava verið samrøðuevni á lærarastovuni. At leiðslan tí átti at havt kent til støðuna. Men tað ber ikki til at staðfesta, um hetta er so.
Ársmet og próvtøl
Talan er um lærugreinirnar kristni og ítrótt, har næmingarnir fingu ársmet. Ítróttur er ikki próvtøkulærugrein, og kristni var ikki próvtøkulærugrein skúlaárið 2011/12. Talan er tí ikki um eina formliga próvtøku, har næmingarnir hava fingið nevndu úrslit, men ársmet í lærugreinum.
Í § 14, stk. 10 í fólkaskúlalógini er ásett, at síðstu støðumetini, ið lýsa fakligu heildarstøðu næmingsins, skulu verða givin beint fyri tær skrivligu royndirnar, og sambært § 16 í fólkaskúlalógini telja síðstu støðumetini sum próvtøkumet í teimum lærugreinum, har eingin próvtøka er. Í § 40 í próvtøkukunngerðini er ásett, at í sambandi við próvtalsgeving, royndir og árs- og støðumet verður kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming í fólkaskúlanum nýtt. Í § 1 í kunngerð nr. 99 frá 14. november 1980 um próvtalsstiga, er ásett, at próvtalið skal gevast fyri sjálvt tað fakliga avrikið.
Ársmetini eru sostatt heildarmeting av fakligu støðu næmingsins og eru ikki meting um uppmøting og atburð. Viðurskifti sum uppmøting og atburð eigur skúlin at taka upp við næmingar og foreldur og leita sær hjálp hjá Sernám, um nærri viðgerð er neyðug.
Út frá hoyringini kann greitt staðfestast, at ársmetini hjá næmingunum í ítrótti og kritni í 9. flokki í Stranda Skúla eru givin á einum skeivum grundarlagi. Lærararin, sum hevur givið ársmetini, sigur í telduposti frá 18. august 2012, at hann hevur hildið seg til námsætlanina, men at hann í karaktergevingini eisini hevur lagt dent á uppmøting og atburð hjá næmingunum.
Um ein lærari ikki metir seg føran fyri at geva einum næmingi støðu- ella ársmet, so eigur lærarin í samstarvi við flokslæraran at taka málið upp við skúlastjóran. Tey ítøkiligu viðurskiftini gera so av, hvussu málið kann verða loyst, herundir um og á hvønn hátt tað ber til at geva eina meting av fakliga avriki næmingsins.
Kann skúlastjórin broyta ársmet/próvtøl
Sambært § 41, stk. 3 í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans, er tað lærarin, sum gevur ársmet, sum verða givin sbrt. ásetingum, sum lýst oman fyri um ársmet og próvtøl, í lóg og kunngerðum.
Lærarar skúlans virka undir leiðslu skúlastjórans, sum sambært § 55, stk. 2, 3 og 5 í fólkaskúlalógini hevur ta fyristingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum. Skúlastjórin stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum, tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans og hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í skúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini. Skúlastjórin skal eisini sambært § 55, stk. 6 fremja sítt virksemi í samstarvi við tey, sum sett eru í starv í skúlanum.
Um skúlastjórin gerst varugur við, at ein lærari hevur gjørt eitt mistak m. a. í sambandi við, at eitt ársmet er givið, skal skúlastjórin tryggja, at mistakið verður rættað. Eftir góðum fyrisitingarligum siði og sambært § 55, stk. 6 í fólkaskúlalógini, eigur skúlastjórin at samskifta við læraran, áðrenn stig verða tikin at rætta ársmetið.
Próvbrøv kunnu ikki broytast, uttan ein viðgerð hevur verið frammanundan. Møguligar rættingar í próvtølum eiga at verða framdar, áðrenn næmingarnir fáa prógv. Eftir at prógvið er handað næmingunum, kann tó verða neyðugt at skriva nýtt prógv, um staðfest er, at mistøk eru í próvnum. Tað kunnu verða nógv ymisk mistøk. Sum dømi kann bland verða komið í, so at samsvar ikki er millum próvtølini í próvbók og próvskjali. Tað kann eisini verða, at lærarin hevur givið ársmetini út frá einum skeivum grundarlagi, sum alt bendir á í hesum føri.
Niðurstøða
Lærarin í kristni og ítrótti hevur í heildarmetingini ikki tikið atlit at avriki næmingsins í árinum. Ársmetini, ið givin eru í kristni og ítrótti, vísa ikki fakligu heildarstøðu næmingsins, sum ásett er í § 14, stk. 10 í fólkaskúlalógini, tá ársmetið víkir so nógv frá støðumetunum, næmingarnir hava fingið á jólum og á páskum.
Ársmetini eru heldur ikki givin á røttum metingargrundarlagi, tá onnur viðurskifti enn fakligur førleiki, eru vorðin partur av ársmetinum. Sbrt. § 1, stk. 2 í kunngerð nr. 99 frá 14. nov. 1980 um próvtalsstiga verður próvtal givið fyri avrik næmingsins og ikki fyri onnur viðurskifti sum uppmøting og atburð.
Ársmetini hava ávirkan á miðaltalið í próvnum hjá næmingunum, og kunnu sostatt hava ávirkan á møguleikan hjá viðkomandi næmingum at verða tiknir inn á eina miðnámsútbúgving. Tað hevur tí stóran týdning, at møgulig mistøk verða rættað.
Í málinum sæst, at leiðslan ikki hevur sett seg í samband við læraran, áðrenn støða varð tikin til at broyta próvtølini. Skúlastjórin rættar próvskjalið uttan at umrøða málið saman við læraranum, ið hevur givið ársmetini í kristni og ítrótti. Í § 41, stk. 3. í próvtøkukunngerðini er ásett, at lærarin gevur ársmet. Skúlastjórin eigur tí at viðgera málið í samstarvi við læraran sbrt. § 55, stk. 6 í fólkaskúlalógini.
Mentamálaráðið metir, at næmingar, sum hava fingið støðumetini 8 og 9 á jólum og á páskum ikki kunnu fáa ársmet 03 ella 5 í somu lærugreinum. Eisini var bara ein góður mánaður frá tí, at næmingarnir fingu støðumetini á páskum, til ársmetini vóru givin, so tað er ikki sannlíkt, at fakligi førleikin hjá næmingunum henda mánaðin kann vera fallin so munandi, at heildarmetingin verður 03 ella 5.
Skúlastjórin hevur sum liður í leiðsluarbeiðinum ábyrgd av próvtalsprotokollini, men hevur í hesum máli ikki nóg gjølla eftirkannað og varnast tann stóra munin, sum var millum støðumet og ársmet hjá nøkrum næmingum. Skúlastjórin hevur sambært starvi sínum sum stjóri eftirlitsskyldu og hevur tí ikki í hesum føri framt eftirlitsuppgávuna á nøktandi hátt. Leiðslan átti at havt tikið málið upp við læraran beinanvegin, tá ið ársmetini vóru latin leiðsluni. Skúlastjórin hevur sostatt ikki framt sína eftirlitsskyldu til lítar sbrt. § 55, stk. 2 og 5 í fólkaskúlalógini.
Heldur ikki hevur leiðslan viðgjørt málið nøktandi sbrt. § 55, stk. 6, tá ið viðgerðin í málinum um orsøkina til, at so stórur munur í summum førum er millum støðumetini á páskum og ársmetini, ikki er farin fram í samskifti við læraran, ið undirvísti í nevndu lærugreinum.
Mentamálaráðið er av teirri fatan, at tað var rætt av skúlastjóranum at taka stig til at rætta mistakið, sum var gjørt í sambandi við, at ársmetini hjá næmingunum í ítrótti og kristni vóru givin á einum skeivum grundarlagi. Rættingin átti tó at verið gjørd beint eftir, at tey skeivu ársmetini vóru skrivað í próvtalsprotokollina og í tøttum samskifti við læraran, sum hevði givið ársmetini. Prógvini við teimum skeivu ársmetunum áttu ikki at verið handað næmingunum, men mistakið skuldi verið rættað, so skjótt sum skúlastjórin var blivin varugur við hetta.
Tann óhepna gongdin, tá ið mistakið við ársmetunum bleiv rættað í Stranda Skúla, setti grundleggjandi spurningar við álitið á próvskipanina v.m. í føroyska fólkaskúlanum.
Ábøtur í skipanini
Mentamálaráðið hevur í uppskoti til nýggja próvtøkukunngerð fyri fólkaskúlan, sum verður sett í gildi í næstum, gjørt ásetingar at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur, og at skúlarnir hava greiðari reglur at halda seg til í sambandi við ársmet og próvtøkur. Ásett verður m.a., at ársmetini skulu verða skrivað í seinasta lagi 7 dagar áðrenn seinasta skúladag, at lærari og skúlastjóri skulu við undirskrift vátta øll ársmet. Eisini eru ásetingar um kæruviðgerð í sambandi við próvtøkur.
Avleiðingar fyri skúlastjóran
Mentamálaráðið hevur givið skúlastjóranum eina átalu fyri óhepnu handfaringina av málinum og gjørt greitt, at hetta ikki eigur at endurtaka seg. Mentamálaráðið ger ikki meira við málið.
Mentamálaráðið
Poul Geert Hansen
aðalstjóri
/ Jenny Lydersen
undirvísingarleiðari "