Í dag, mikudagin 16. juni, kemur danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, til Føroyar á vitjan.
Hósdagin hin 17. juni verður fundur millum landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, og danska verjumálaráðharran. Tey fara millum annað at umrøða samstarv um verju- og trygdarmál, NATO toppfundin og ein møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum.
Umframt fundin í Tinganesi, verður eisini vitjað á Sornfelli. Landsstýrið eigur Sornfelli og har eru í løtuni 32 leigumál. Tað er Landsverk, sum umsitur Sornfelli.
Kl. 12 hósdagin hava landsstýrismaðurin og verjumálaráðharrin tíðindafund í Salinum í Tinganesi.
Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum skulu boða frá luttøku á palln@ummr.fo áðrenn kl. 10 hósdagin.
Mynd: Keld Navntoft