Hósdagin 7. oktober kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroyar.
Seinnapartin hósdagin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi. Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Fríggjamorgunin kl. 9 hava Jenis av Rana og Jeppe Kofod tíðindafund í Salinum í Tinganesi.
Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.