28.02.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroya í dag

Seinnapartin í dag, 28. februar, kemur danski uttanríkisráðharrin til Føroya.
Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar.
Í morgin eru virkisvitjanir á skrá og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir.
Høvi verður hjá fjølmiðlum at seta spurningar eftir fundin í Tinganesi í kvøld, kl. 18.00.
Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka, vera vinarliga bidnir um at boða Linnéu L. Petersen frá á linneaslp@mfa.fo