Landsstýriskvinnan hevur seinastu mánaðirnar viðgjørt støðuna á dagstovnaøkinum, serliga í mun til útbúgvingarspurningin, og samskiftið hevur eisini verið við kommunala myndugleikan um økið.
Spurningurin hevur serliga verið, hvussu námsfrøðiliga útbúgvingin er rættað móti økinum, umframt hvussu vorðið er við møguleikum fyri eftirútbúgving, viðkomandi skeiðum og førleikamenning fyri starvsfólk á dagstovnaøkinum.
Úrslitið er, at landsstýriskvinnan nú hevur tilnevnt arbeiðsbólk, hvørs yvirskipaða mál er at gera dagstovnaøkið til eitt áhugavert arbeiðsøki - við denti á dygdargott námsfrøðiligt innihald.
Partur av arbeiðssetninginum er at gera uppskot um, hvat ein útbúgving av námsfrøðingum sambært dagstovnalógini og Námsfrøðiligu stevnumiðunum fyri dagstovnar eigur at innihalda.
Hartil skal hugskotssavn gerast um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at fáa fleiri námsfrøðingar at søkja sær arbeiði á dagstovnum, og hvussu verðandi námsfrøðingar kunnu støðast betri á dagstovnaøkinum.
Limir í arbeiðsbólkinum, sum er biðin um at handa síni tilmæli tann 15.oktober, eru: fyri Mentamálaráðið, Hildur Patursson, formaður í arbeiðsbólkinum, fyri Kommunufelagið, Dennis Holm, fyri Fróðskaparsetur Føroya, Annika Antoniussen, fyri Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow. Hartil er Tóri Højgaard, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari.
Kommunurnar umsita økið, men landið er eftirlits- og útbúgvingarmyndugleiki. Vónin er, at tilmælini kunnu seta ferð á eina góða gongd fyri dagstovnaøkið - børnum og stovnsnámsfrøðingum í Føroyum at gagni og frama.