03.09.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

BYGGINEVNDIN FYRI TJÓÐLEIKHÚS FARIN TIL VERKA

BYGGINEVNDIN FYRI TJÓÐLEIKHÚS FARIN TIL VERKA

Bygginevndin, sum skal gera byggiskrá og fyrireika byggingina av tjóðleikahúsi, er nú farin til verka. Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag.

Yrkisleiklistin hevur vánaligar hølisumstøður, og eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi.

Játtaðar eru 5 mió. kr. á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið í ár. Harafturat eru settar av á langtíðaríløguætlanini: 3 mió. kr. í 2017, 13,5 mió. kr. í 2018 og 28,5 mió. kr. í 2019.
Limirnir í bygginevndini eru:

Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður
Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu
Árni Baldvinsson, ljóstøkningur
Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari

Landsverk er ráðgevi, og umboð eru Mikael Viderø, deildarleiðari, og Birita Wardum, arkitektur.

Mynd: Birita Wardum, Mikael Viderø, Jóan Petur Hentze, Bjarni Wilhelm, Bjørn Kalsø, Jenny C. Petersen, Árni Baldvinsson og Alda Joensen