Í heyst verður eisini møguligt at taka búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, gjørdi í fjør av at seta FHS-útbúgving á stovn í Suðuroynni, og herfyri heitti landsstýriskvinnan á Miðnámsskúlan í Hovi um at kanna, um undirtøka fekst fyri at seta á stovn eina búskaparbreyt. Nú umsóknirnar eru komnar inn, er greitt, at grundarlag er fyri útbúgvingini.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit halda fram at menna útbúgvingartilboð um alt landið. Samgongan hevur sett sær sum mál at styrkja fólkavøksturin og fáa eitt javnari kynsbýti. kynsbýti. Ikki minst er hetta neyðugt í Suðroynni, har avbjóðingarnar eru størri enn í restini av landinum, staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
- Góð útbúgvingartilboð fáa okkara ungu at støðast, og tey kveikja eisini nýggjar vinnumøguleikar, og tí eri eg fegin um, at Miðnámsskúlin í Suðuroy, umframt náttúrubreyt, hugbreyt og FHS yrkisnám, eisini fer at hava lesandi á eini búskaparbreyt, sigur landsstýriskvinnan.
(MYND: Landsstýriskvinnan í mentamálum í Saltsiloini á Drelnesi í januar í ár. Bjarni Nygaard hevur tikið myndina.)