31.12.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

BROYTTUR SKÚLABYGNAÐUR Í EYSTURKOMMUNU

Frá 1. januar 2013 verða Gøtu Skúli og Leirvíkar Skúli roknaðir sum ein skúli.

Mentamálaráðið hevur, sambært § 57, stk. 5 í fólkaskúlalógini góðkent, at skúlabygnaðurin verður broyttur soleiðis, at Gøtu Skúli og Leirvíkar Skúli verða roknaðir sum ein skúli galdandi frá 1. januar 2013.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin í mentamálum sett Fríðfinn Johnson sum skúlastjóra og Karl A. Thomsen sum varaskúlastjóra í skúlanum i Eysturkommunu frá 1. januar 2013.