Bretland, Føroyar og Ísland – gamlir grannar á nýggjum leiðum
Framløga hjá Jenis av Rana landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum á ráðstevnuni "Brexit, møguleikar og avbjóðingar" í Løkshøll 23 oktober, í samband við FaroExpo 2020
Bretland, Føroyar og Ísland – gamlir grannar á nýggjum leiðum
Góði borgarstjóri, góði ráðharri, góðu fundarfólk,
Fyrst av øllum vil eg takka fyriskiparunum fyri at hava tikið stig til hetta sera viðkomandi tiltakið í sambandi við árligu FaroExpo, sum tað var mær ein gleði at seta í gjár.
Eg fekk tíverri ikki verið her til framløguna hjá bretsku sendikvinnuni í Keypmannahavn, Emmu Hopkins. Tó vóni eg, at hon skjótt fer høvi at vitja í Føroyum. Hinvegin fái eg um eina løtu gleðina at hoyra mín góða starvsfelaga, uttanríkisráðharra Íslands Guðlaug Þór Þórðarsson, sum eg havi boðið á vitjan í Føroyum hesa vikuna at umrøða handilsviðurskifti millum Føroyar og Íslands.
Tað er ikki bara á fundarskránni, at Føroyar koma aftaná Bretland og áðrenn Ísland. Soleiðis liggja vit jú eisini geografiskt, um vit hyggja í ein útnyrðing úr evropeiska meginlandinum.
Tá hugt verður úr evropeiska meginlandinum móti útnorðri, hevur grannalagið hjá okkum og Íslandi her í Norðurhøvum ofta verið fatað sum fjarskotið og lítið framkomið. Okkara næstu grannar í ein landsynning vita tó betur, og hava altíð sæð okkum sum týðandi samstarvspartar í Norðurevropa. Líka leingi sum vit hava búleikast í Norðuratlantshavinum hava vit ferðast ímillum til okkara grannar fyri sunnan, og røkt persónlig, handils og onnur sambond. Eg vænti Guðlaugur fer at taka júst tað sama fram um viðurskiftini millum Ísland og Bretland.
Tó er ein avgerandi broyting farin fram. Ein broyting, sum fer at geva okkum øllum høvi at ganga nýggjar leiðir í framtíðar samstarvi. Frá at vera limaland í Evropasamveldinum fer Bretland nú at teljast saman við Føroyum – eins og Ísland og Noreg - sum eitt so-kallað “triðjaland” í mun til ES – eitt land uttanfyri ES í Norðurevropa- og alt gott um tað.
Tann 31. desember í ár verður skiftistíðin hjá Bretlandi í ES av. Vit vóna, at partarnir báðir finna semju um ein nýggjan samstarvskarm og harvið sleppa undan einum «Hard Brexit». Men eg skilji eisini væl, hvussu trupult tað kann vera at umskapa eitt politiskt samstarv og loysa lógarbindingar, ið hava verið galdandi í út við eina hálva øld (47 ár, síðan 1973).
Uttan mun til um ES og Bretland koma ásamt um ein nýggjan samstarvskarm, so hava Føroyar ein fríhandilssáttmála við Bretland, sum liggur klárur at koma í gildi frá 1. januar 2021. Endamálið við at gera sáttmálan longu í 2019 var at tryggja, at okkara samhandil kann halda ótarnaður fram - eisini um Stóra Bretland fer burturúr ES uttan semju um ein nýggjan handilssáttmála. Okkara samhandil við Bretland verður tí framvegis tryggjaður eftir 1. januar 2021.
Fríhandilssáttmálin við Bretland er tó bert ein fyribils loysn og at kalla eitt avrit av okkara fríhandilssáttmála við ES. Vit arbeiða tí við at fáa samráðingar í lag um ein framlítandi sáttmála, sum kann vera við til at menna og breiðka samstarv okkara við Bretland í tíðini sum kemur.
Sum tit helst hoyrdu í framløguni hjá bretsku sendikvinnuna, so er bretska støðan sera jalig. Vit hava upplivað ein greiðan vilja til at finna loysnir og menna samstarvið við Føroyar. Tað er greitt, at bretska stjórnin eisini í einum strategiskum ljósi sær Føroyar sum næsta grannaland og virðir tey sterku sambondini, sum eru bygd upp gjøgnum longri tíð.
Landsstýrið arbeiðir nú eisini við at fáa greinað ávís viðurskifti landanna millum, sum t.d. rættindi hjá borgarum í samband við hægri útbúgving og sosialar veitingar. Føroysk stjórnarráð og bretskir myndugleikar hava tilnevnt fólk á serøkjum at greina hesi viðurskifti og samskifta millum sín um ivamál.
Yvirskipað eiga vit at tryggja eina væl kjølfesta strategiska lýsing av okkara málum og møguleikum í framtíðar samstarvi við Bretland.
Vit tosa nú um og við Bretland sum eitt strandarland og ein sjálvstøðugan sáttmálapart í fiskivinnuhøpi. Eitt Bretland, sum er ein sjálvstøðugur handilspartur í millumlanda handilshøpi, og næsti granni okkara í norðuratlantsøkinum, har týdningurin av at tryggja eitt tætt samstarv millum grannalondini veksur alsamt.
Eg ætli tí at leggja upp til eitt samstarv millum tað almenna og privata um at seta orð á eina strategiska ætlan fyri okkara framtíðar viðurskifti við Bretland. Vinnan hevur ein týðandi leiklut í hesum við at vísa á avbjóðingar og - ikki minst - eisini at bróta slóð og vísa á nýggjar møguleikar.
Hyggja vit sjálvi í ein útnyrðing úr Føroyum, so síggja vit ein annan gamlan granna og eina bróðurtjóð vit virðismeta høgt. Føroyar og Ísland hava tættastu sínámillum bond ein kann hugsa sær millum lond.
Tá Hoyvíkssáttmálin varð undirritaður í 2005, gjørdist hann ímyndin av okkara nærleika sum lond og fólk, og eitt stórt politiskt stig í okkara búskaparsamstarvi. Visjónin var - og er framvegis - ein felags marknaður millum Ísland og Føroyar, sum viðurkennir og byggir á serligu fortreytirnar hjá londunum báðum, og sum tekur burtur allar forðingar fyri nýskapan, fríari kapping og sum er við til at stimbra samstarv millum fólk og fyritøkur.
Sum fiskivinnutjóðir eru Føroyar og Ísland samstundis eisini kappingarneytar á bretska marknaðinum fyri fiskavørum. Men sum landafrøðiligt bindilið millum Ísland og Bretland síggi eg eisini møguleikar hjá Føroyum at átaka okkum ein virknan og framskygdan politiskan leiklut at fremja búskaparlig og mentanarlig samstørv, sum røkka tvørturum okkara grannalag her í norðuratlantsøkinum – eitt øki sum er er ávegis inn í nýggjar og spennandi tíðir.
Eg fari nú at geva orðið til uttanríkisráðharra Íslands, Guðlaug Þór Þórðarsson.
It is my pleasure to hand the floor over to my Icelandic counterpart and good colleague, Guðlaugur Þór Þórðarsson, Minister for Foreign Affairs and International Development Cooperation.
Guðlaugur – it is a pleasure to have you here in the Faroe Islands. I very much appreciate the constructive and frank discussions we have been having. I know we share a common goal, to make sure that the founding vision of the Hoyvik Agreement can be fully implemented in practice. I hope the openness and honesty of our own bilateral discussions will also inspire our future relations with the United Kingdom.
Enn eina ferð, takk fyri.