Orðadráttur hevur í seinastuni verið um talgildar orðabøkur. Tað er fallið kommunupolitikarum fyri bróstið, at Mentamálaráðið hevur gjørt kommununum greitt, at tær skulu gjalda fyri talgildu orðabøkurnar til fólkaskúlan.
Heðin Mortensen, Jógvan Skorðheim og aðrir framstandandi kommunupolitikarar hava í hesum sambandi alment skotið landinum í skógvarnar at svíkja sína skyldu og at áleggja kommunum byrðar, tær ikki eiga lut í.
Hesar útsagnir benda á, at borgarstjórar og kommunupolitikarar ikki kenna sínar skyldur.
Lóggávan á økinum ásetir, at kommunurnar skulu útvega næmingun ókeypis undirvísingartilfar, og orðabøkur eru positivt nevndar í hesum sambandi.
Fyri at eingin skal ivast í hesum, heldur ikki kommunupolitikarar, verður § 23, stk. 1 í fólkaskúlalógini og viðmerkingarnar til greinina endurgivnar niðanfyri:
Í § 23, stk. 1 stendur: “Teir undirvísingarmiðlar, ið neyðugir eru, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu”.
Verður hugt í viðmerkingarnar til § 23, sum eru at finna í løgtingstíðindi frá 1996 á bls. 559, so stendur greitt: “Støðið undir hesi áseting er, at alt undirvísingartilfar, sum er neyðugt til tess at undirvísingin kann fara fram samsvarandi ásetingunum í fólkaskúlalógini, skal vera goldið av kommununi” (mín undirstriking). Víðari í somu viðmerkingum stendur: “Um undirvísingin er grundað á nýtslu av t.d. lummaroknarum ella orðabókum (mín undirstriking), so skulu hesi amboð vera ókeypis til taks.”
Hóast omanfyri standandi ásetingar hevur Mentamálaráðið í eini trý ára royndartíð, saman við Sprotanum og Orðabókagrunninum, skipað so fyri, at orðabøkurnar nú eru atkomuligar á netinum hjá øllum lærarum, skúlanæmingum og lesandi. Mentamálaráðið hevur borið kostnaðin í royndartíðini. Men nú royndartíðin er av, hevur Mentamálaráðið gjørt kommununum greitt, at tær eiga at gjalda sín part, um tær ynskja hesa tænastu. Vanliga samstarva Mentamálaráðið og kommunurnar sera væl. Samstarvsøkini eru mong.
Nevnast kunnu undirvísingarportalurin Snar, Listaleypurin, kvøldskúlaskipanin og musikskúlaskipanin. Tí er tað hugstoytandi og óskiljandi, at kommunur í sambandi við talgildu orðabøkurnar vaska hendur heldur enn at røkja sínar sjálvsagdu og lógarásettu skyldur.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður