Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan.
Tilfarið er vegleiðandi og ætlað sum íblástur. Lýst verða øki, sum eru viðkomadi, í sambandi við at næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, byrja í skúlanum, m.a. karmar og skipanir í fólkaskúlanum, móttøka, skúlabyrjan, trivnaður, foreldrasamstarv og at leggja undirvísingina til rættis. Harumframt eru dømi um undirvísingarmiðlar, sum lærarar nýta í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.
Bóklingurin tekur støði í føroyskum viðurskiftum og er gjørdur í samstarvi millum Mentamálaráðið og Útlendingastovuna við íblástri frá lærarum, ið undirvísa tvímæltum næmingum og serkønum innan trivnað og tvímæli. Harumframt er hugt eftir skipanum í okkara grannalondum.
Fyrispurningar ella viðmerkingar til bóklingin kunnu sendast til ummr@ummr.fo.
Sí bóklingin: Tvímæltar næmingar í føroyska fólkaskúlanum