Í dag hava dagstovnar og dagrøktir um alt landið fingið eitt skriv frá Mentamálaráðnum, har heitt verður á tey um at hjálpa børnunum at koma við uppskotum um sangir til Barnasangbók Føroya.
Í sambandi við, at 2018 er skýrt at vera »Ár fyri málmenning hjá børnum«, hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum gjørt av, at allir nýføðingar skulu fáa eina sangbók við føroyskum sangum í vøggugávu frá landinum.
At syngja fyri børnunum er mennandi og stimbrandi á so mangar hættir - ikki minst fyri málmenningina.
Og tey, ið vita mest um, hvørjar sangir børn tíma best at syngja, eru børnini sjálvi. Tí verður heitt á vøggustovur, barnagarðar og dagrøktir um at hjálpa børnunum at gera listar við teimum fimm sangunum, sum teimum dámar allarbest.
Endamálið er at fáa børnini við í útveljingararbeiðið, at fáa tey at hugsa og seta orð á sangirnar, teimum dámar, og at fáa eitt breitt innlit í, hvørjir góðir barnasangir verða sungnir kring landið.
Freistin at senda uppskot inn er sett at vera fríggjadagin 4. mai kl 16.
Bókin, sum fær heitið »Barnasangbók Føroya«, verður eftir ætlan latin fyrstu nýføðingunum longu í ár.
Um so er, at onkrir stovnar ikki skuldu havt fingið skrivið á teldupostin ber til at taka niður bæði kunningarskjalið og uppskotsskjalið við at trýsta á leinkjurnar.