27.06.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Biophilia – kreativitetur sum læringaramboð

Biophilia – kreativitetur sum læringaramboð

Biophilia er ein slóðbrótandi roynd at vekja áhuga hjá børnum fyri kreativiteti og vísindum. Við at samansjóða tónleik og vísindi er Biophilia-útbúgvingarskráin ein sermerkt og nýhugsað roynd hjá íslendsku listakvinnuni Björk at broyta vanligan, siðbundnan læruhátt.

Mentamálaráðið hevur saman við norðurlendska serfrøðingabólkinum fyri Biophilia-verkætlanini tikið stig til at fara undir at fyrireika royndarverkætlanir til fólkaskúlan. Afturat Mentamálaráðnum eru eisini Norðurlandahúsið, Nám og Fróðskaparsetrið við í fyrireikingini.

Biophilia er upprunaliga eitt tónlistaverk, sum íslendska listakvinnan Björk gjørdi og gav út í 2011. Biophilia Educational Program varð sjósett í samstarvi við Manchester International Festival í 2011. Síðan tá hevur Björk víðariment verkætlanina saman við vísindafólki á Háskúla Íslands og lærarum í tónleiki og náttúrufrøði úr fólkaskúlum í Reykjavík. Biophilia er somuleiðis heimsins fyrsta app-album, og er framleitt í samstarvi við Apple.

Biophilia er egnað til børn í aldrinum 8-15 ár, men málbólkurin er tey 10-12 ára gomlu. Biophilia appin, sum fyrst og fremst er eitt fjøltøkniligt listaverk, er ein partur av verkætlanini Biophilia Educational Program, ið hevur sum endamál at eggja og kveikja áhugan hjá børnum at granska og royna síni skapandi evni, har tey samstundis læra um tónleik og vísindi gjøgnum nýggja tøkni.

Verkstovur um Biophilia hava verið hildnar ymsastaðni kring heimin: Oslo, Tokyo, Los Angeles, Manchester, Buenos Aires, New York, Reykjavík og aðrastaðni. Nú fáa øll Norðurlond høvi at royna hesar verkstovur og at nýta Biophilia appina sum eina royndarverkætlan í undirvísingini í t.d. skapandi lærugreinunum í nøkrum fólkaskúlum í hvørjum landi sær. Ísland, Føroyar, Danmark og Svøríki hava tikið avgerð um at royna verkætlanina, og roknað verður við, at hini Norðurlondini fara at gera tað sama.

undefined
”Kreativitetur sum læringaramboð” er høvuðsyvirskriftin hjá hesi tvørfakligu verkætlan, har Biophilia appin gerst eitt amboð, ið skal binda saman ymisk faklig øki (lærugreinar og førleikar) á ein stuttligan, skapandi og samvirknan hátt. Tað ítøkiliga, sum hendir í samvirknu og skapandi tilgongdini, er at næmingurin sleppur at skapa ljóð og myndir við fingrunum við at tekna á iPad-skíggjan meðan appin koyrir.

Málbólkurin er í fyrsta umfari 4. og 5. flokkar fólkaskúlans. Ávísar tøkniligar ábøtur mugu gerast við sjálva Biophilia appina fyrst, og hetta arbeiði verður væntandi liðugt í apríl 2015. Royndarverkætlanin kann sostatt verða framd í føroysku skúlunum skúlaárið 2015-16. Seinni er ætlanin at víðarimenna tilboðið til 6. og 7. flokkarnar.

Biophilia appin er sett saman av 10 sjálvstøðugum appum, sum hvør í sínum lag bjóða tilviti næmingsins av. Biophilia appin fæst bæði til iPad og iPhone.

undefined

Myndatekstur: Íslendingar greiða frá Biophilia útbúgvingarverkætlanini á norðurlendskari ráðstevnu í Reykjavík 11. juni 2014.

Meira fæst at vita um Biophilia útbúgvingarverkætlanina á heimasíðuni http://biophiliaeducational.org/

Undirvísingarvegleiðing á føroyskum kann takast niður her.