06.07.2016 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Beinta Persdóttir Joensen leiðari á Rásini

Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum hevur sett Beintu Persdóttir Joensen í starvið sum leiðari á Rásini. Rásin er ein samdøgursstovnur til ung við menningartarni, ið hevur heimstað í Runavíkar kommunu, og er stovnur undir Mentamálaráðnum.

Beinta Persdóttir Joensen er 41 ára gomul og hevur lokið prógv sum námsfrøðingur í 2002, umframt at hon m.a. hevur tikið eina útbúgving í Diakonhøjskolen í Århus  í 2007.

Beinta Persdóttir Joensen hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á økinum. M.a. var hon við frá byrjanini, tá ið sambýlið á Runarvegi í Runavík var stovnað. Har arbeiddi hon sum varaleiðari í 8 ár. Síðstu árini hevur Beinta starvast á Rásini sum varaleiðari, og sum virkandi leiðari hetta síðsta hálva árið.

Beinta tekur við starvinum sum leiðari á Rásini 1. august 2016.