01.11.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Beinleiðis stroyming av norðurlendsku mentanarvirðislønahandanini

Beinleiðis stroyming av norðurlendsku mentanarvirðislønahandanini

í kvøld kl 17.45 føroyska tíð, verða norðurlendsku mentanarheiðurslønirnar 2017 handaðar.

Í ár verður stóra tiltakið í Helsinki í Finnlandi, og finskt sjónvarp fer at stroyma handanina beinleiðis. Sostatt kunnu vit eisini í Føroyum fylgja við og heppa á tey føroysku tilnevndu, sum eru Sissal Kampmann, Rakel Helmsdal og bólkurin Yggdrasil við Kristiani Blak á odda.

Landsstýriskvinnan í Mentamálaráðnum, Rigmor Dam, verður til staðar í til handanina kvøld, tí hon er í Helsinki á Norðurlendskum ráðharrafundum, sum eisini eru í hesum døgum.

Leinkjan til beinleiðis stroymingina, sum verður aktiverða kl 17.45 føroyska tíð, er her.