07.03.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

BARNDÓMSMINNI OG EYGLEIÐINGAR

BARNDÓMSMINNI OG EYGLEIÐINGAR

“Barndómsminni og eygleiðingar” er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning hjá listabreytini á Nám X, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 8. mars 2012, kl. 15.00. Nám X fevnir um allar 10. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Framsýningin í Mentamálaráðnum lýsir evnið “Barndómsminni og eygleiðingar” í akrylmálningum og fotomyndum.

Á listabreytini ganga 22 næmingar, sum hava víst listini stóran alsk og áhuga. Næmingarnir hava í hesum skúlaárinum arbeitt við størri og smærri verkætlanum, har teir hava havt høvi at roynt tilfar og tøkni av ymiskum slag.

Íblástur til skapandi evni, hava næmingarnir fingið, við m.a. at vitja listasøvn, listafólk og seta seg inn í altjóða og serliga føroyska list.

Arbeiðið við akrylmálningunum hevur givið næmingunum royndir í at arbeiða við litum, skapi og at mála við akryl. Íblástur til málningarnar hava næmingarnir fingið við at hugleiða og hyggja at myndum frá barndóminum.

Myndatólið er eitt nógv brúkt og vælumtókt tól hjá ungdómi í dag.

Í Eysturskúlanum, har Nám X húsast, hanga fleiri hugtakandi fotomyndir, sum listamaðurin Ingi Joensen hevur tikið. Listabreytin greinaði hesar myndir, og fekk síðani vitjan av Inga, sum greiddi næmingunum frá sínum arbeiði sum listamaður. Hetta var byrjanin til uppgávuna við fotomyndum, sum næmingarnir hava gjørt sum einstaklingar ella í bólki.

Til ferniseringina hósdagin fara næmingar á Nám X at framføra sangir og hugleiða yvir egnar myndir.

Framsýningin er opin hósdagin frá 15.00-17.00 og er síðani opin til 1. mai í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. Øll eru vælkomin.