Í røðu síni á konsertini hjá Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum í dag, boðaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, frá, at hon er farin undir at fyrireika útgávu av Barnasangbók Føroya, sum ætlandi skal latast øllum nýføðingum í vøggugávu.
- Ætlanin er at gera eina Føroya Fólks sangbók til Føroya børn. Eina sangbók við einum breiðum úrvali úr okkara stóra barnasangskatti. Tað hevur óteljandi góð árin, tá vit syngja fyri og við okkara børnum – bæði fyri barnið og fyri tann vaksna, sigur landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam.
- Øll, sum eru um barnið, kunnu syngja saman við tí. Tað krevur bara eina friðarliga stund og fullkomna nærveru - og so at vit hava nakrar góðar sangir at syngja saman.
Sum kunnugt leggur landsstýriskvinnan í mentamálum serligan dent á málmenning hjá børnum, og komandi ár verða fleiri átøk í hesum sambandi.
Hugskotið til Barnasangbók Føroya birtist undir einum hugaroki um átøk, sum kunnu gerast fyri at fremja málmenninga hjá børnum. Á hugaroksfundinum luttóku eisini starvsfólk og stovnar, sum dagliga arbeiða við okkara smæstu, og bókin er sostatt ein liður í hesum átaki.
- Børn skulu hava føroyska málið og okkara dýrabara sangskatt við longu frá føðing, ja, helst longu í móðurlívi. Sangur er eitt týðandi amboð í persónligu, sosialu og málsligu menningini, og sangirnar, sum børnini læra, meðan tey eru smá, minnast tey restina av lívinum. Harumframt er okkara felags sangskattur ein týðandi savningarmegi fyri okkum sum land og fólk. Tað er av sonnum ein góð og týdningarmikil vøggugáva at fáa, heldur landsstýriskvinnan, Rigmor Dam.
Landsstýriskvinnan vónar, at fólk fara at taka væl ímóti barnasangbókini, sum verður í bestu góðsku, so hon heldur í mong ár. Barnasangbókin verður framleidd í tøttum samstarvi við Bókadeild Føroya Lærarafelags, og serkøn fólk verða sett at ritstjórna útgávuna.