Á hátíðarløtu í Mentamálaráðnum 18. desember 2014 skrivaðu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Tóra við keldu, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaði í Føroyum undir avtalu um fylgjaraskipan til fólk, ið bera brek.
Fyri fólk, ið bera brek hevur tað verið torført at ferðast frítt og at luttaka í ymiskum tiltøkum, tí tað fyri hesi hevur ført til nógvar eyka útreiðslur at skula gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Nógv eru óivað setst aftur av somu orsøk.
Ætlanin við nýggju avtaluni, ið fær gildi frá 1. januar 2015 er at tryggja fólki, ið bera brek javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað.
Við hesi avtaluni er ein góð tilgongd byrjað at skapa betri atkomu fyri fólk, ið bera brek, og er avtalan um fylgjaraskipan avgjørt eitt stig á leiðini at gera nakað við átalurnar frá ST um tvørrandi atkomu fyri fólk, ið bera brek.
Í fyrstu atløgu eru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan yvir fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum sum fylgjarakortið fevnir um. Í løtuni eru tað Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.
Tað er Meginfelag teirra brekaðu, sum fer at umsita fylgjarakortið, og tað er hagar fólk, ið hava tørv á fylgjarakorti skulu venda sær.