Tá freistin at søkja miðlastuðul fyri 2017 var úti fríggjakvøldið 17. november á midnátt, vóru átta umsóknir komnar inn.
Umsóknirnar eru frá bæði avísum, útvarpsstøðum og netmiðlum. Tó eru flestar umsóknir – fýra av átta - frá netmiðlum.
Miðlanevndin, sum er mannað av Beatu L. Samuelsen, Bergi Djurhuus Hansen og Magnusi Dam, hittist væntandi hósdagin fyri at hyggja at umsókninum, og helst verður vikuskiftið eisini brúkt til at nærlesa allar umsóknirnar.
Magnus Dam, sum er formaður í Miðlastuðulsnevndini, sigur í stuttari viðmerking, at hann enn ikki veit, hvussu langa tíð tað fer at taka at avgreiða umsóknirnar.
- Nú mugu vit fyrst lesa tær ígjøgnum og kanna, um tær lúka treytirnar. Átta umsóknir eru á leið tað, sum vit høvdu roknað við fóru at koma inn, og vit miða eftir at avgreiða tær fyrst í desember. Men nú mugu vit fyrst lesa umsóknirnar ígjøgnum, sigur Magnus Dam.