Átøk skulu forða fyri at ung við sálarligum avbjóðingum detta niðurímillum í miðnámi
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal orða ætlan fyri, hvussu ung við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa eitt miðnámsskúlatilboð, sum er tillagað til tørvin.
Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Gransking hevur víst, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar.
Í 2013-14 varð farið undir eina tilgongd at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. Serligt skipað miðnám varð stovnsett, sum fevnir um serflokk og serbreytir. Tað eru tó framvegis ung í Føroyum, sum ikki fáa miðnámsskúlatilboð, og tað eru somuleiðis eisini ung, sum gevast á miðnámsskúlunum orsaka av sálarligum avbjóðingum.
”Útbúgving er ein týdningarmikil førningur fyri at kunna virka í samfelagnum. Møguleikin at nema sær útbúgving er ein rættur sum allir borgara eiga, eisini um tú hevur sálarligar avbjóðingar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ”Tí er tað okkara skylda at seta í verk átøk og fyriskipanir, sum kunnu forða fyri at ung við sálarligum avbjóðingum detta niðurímillum í útbúgvingarskipanini.”
Arbeiðsbólkurin skal at koma við ítøkiligum boðum uppá átøk, sum kunnu bøta um sannlíkindi fyri, at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum lúka treytirnar fyri upptøku á miðnám, megna at fullføra miðnám.
Í fyrstu siftu verður dentur lagdur á miðnám, og ætlanin er at víðka arbeiðið við átøkum í øðrum pørtum av útbúgvingarskipanini.
Landsstýrismaðurin hevur valt limir eftir tilmæli frá hesum pørtum: Almannamálaráðið, Almannaverkið, Heilsumálaráðið, Psykiatriska Depilin, Undirvísingarstýrið, Yrkisfelagið Miðnám, Føroya Tekniska lærarafelag, Nám, Sernám, og Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Tey sum manna arbeiðsbólkin eru:
- Almannamálaráðið: Símun J. Hansen
- Almannaverkið: Leif Olsen
- Heilsumálaráðið: Guðrun Maria Mortensen
- Psykiatriska Depilin: Súsanna Reinert Petersen
- Undirvísingarstýrið: Ragnar A. Joensen (skrivari)
- Yrkisfelagið Miðnám: Terji á Lakjuni
- Føroya Tekniska Lærarafelag: Elsebeth Vilhelm
- Nám: Tóra Petersen
- Sernám: Kinnie A. Mortensen
- Uttanríkis- og mentamálaráðið: Hanna Ziskason Hansen og Joan Knudsen (forkvinna)