05.02.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

ATLIT TIL NÆMINGAR VIÐ SERLIGUM TØRVI Í SAMBANDI VIÐ ARBEIÐSSTEÐG

Eftir verkfallið hjá Pedagogfelagnum í 2012, var Javni á fundi við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, við ynski um, at myndugleikarnir saman við Pedagogfelagnum funnu fram skipanir, sum kundu tryggja, at møgulig verkføll í framtíðini verða skipað meira skynsamt í mun til næmingar við serligum tørvi.

Mentamálaráðið boðaði Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum frá ynskinum hjá Javna og ynskti, at partarnir tóku málið upp í komandi samráðingum. Spurningurin hevur síðan verið partur av sáttmálasamráðingunum. Nú semja er gjørd, eru ásetingar fingnar við í sáttmálan, sum lýsa, hvørjar mannagongdirnar verða, ið skulu tryggja, at arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fegnast um, at Pedagogfelagið hevur sýnt góðan samráðingarvilja í hesum týdningarmikla máli.

Niðanfyri síggjast orðingarnar í semjuni millum øðrumegin Pedagogfelagið og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðarafelagið viðvíkjandi arbeiðssteðgi og serligum atliti til næmingar við serligum tørvi (í stk. 5 stendur):

“Partarnir eru samdir um, at møgulig undantøk eiga at at verða viðgjørd í góðari tíð, áðrenn arbeiðssteðgur verður lýstur, og at arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg. Partarnir eru samdir um, at avtalur um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg eiga at verða gjørdar út frá omanfyri nevndu atlitum.

Á stovni ella í fyriskipan, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt, skulu altíð nøkur starvsfólk verða undantikin frá møguligum arbeiðssteðgi, alt eftir nærri avtalu partanna millum.”