Sendistova Føroya í London minnir á, at føroyingar, sum búgva í Bretlandi skulu skráseta seg umvegis EU Settlement Scheme í seinasta lagi 30. juni 2021 til tess at tryggja sær loyvi at vera verandi.
Tey, sum hava búð 5 ár ella longri í Bretlandi fram til 30. desember 2020 kunnu søkja um ”settled status”, ið er treytað varandi uppihaldsloyvi. Tey, sum hava verið styttri enn 5 ár, kunnu søkja um ”pre-settled status, og síðani settled status seinni.
Les meir og søk her: https://www.gov.uk/settled-status-eu-citizens-families
1. januar 2021 var bretska útlendingalógin dagførd soleiðis, at nýggja sokallaða “Points Based System” stigaskipanin fyri uppihalds og arbeiðsloyvi kom í gildi, og er galdandi fyri allar útlendingar, sum ætla at búseta seg og/ella arbeiða í Bretlandi.
Undan hesum hava føroyingar havt sama frælsi at búseta seg og arbeiða í Bretlandi sum borgarar úr ES og EBS londum.
Ivamál hava viðhvørt stungið seg upp í sambandi við at føroyingar ikki løgfrøðiliga eru at rokna sum ES borgarar. Bretska innlendismálaráðið (Home Office) hevur í samband við broytingarnar í útlendingalógini gjørt greitt, at sum danskir ríkisborgarar verða føroyingar viðgjørdir eins og borgarar úr ES og EBS.
Ferðafólk úr Føroyum og øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til 3 mánaðir uttan uppihaldsloyvi (visum). Fyri longri uppihald er neyðugt við visum móti gjaldi umframt einum NHS heilsugjaldi fyri tíðarskeiðið visum er galdandi. Bretskir myndugleikar hava ein visum finnara har til ber at finna rætta visum, her: https://www.gov.uk/check-uk-visa.