Mikudagin 14. august kemur amerikanski herflotaráðharrin, Carlos Del Toro, á vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, er vertur fyri vitjanini.
Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir m.a. fara at umrøða trygdarstøðuna í Norðurhøvum, umframt samstarv og viðurskifti landanna millum.
Í sambandi við fundin verður tíðindafundur í Salinum í Tinganesi mikudagin 14. august kl. 18.30. Miðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum, skulu boða frá á palln@mfa.fo ella tlf. 551028 í seinasta lagi mikudagin kl. 14.
Á vitjanini skal herflotaráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja hjá Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways.