5. oktober hevur ST - Sameindu Tjóðir - ásett at vera altjóða læraradag. Tað ger ST, so vit øll eina løtu verða mint á, hvussu ómetaliga týdningarmiklir lærarar eru. Eisini verða vit mint á, hvussu nógv útbúgving hevur at týða fyri hvørt barn, fyri hvørt samfelag.
Tofta skúli hevur í dag hátíðarhildið altjóða læraradagin. Skúlastýrið og næmingaráðið hava havt virknan leiklut saman við leiðslu skúlans at skipa fyri degnum, og á skránni í morgun hava sangur, tónleikur og røður verið á skránni. Eisini fingu lærararnir handaðar gávur frá næmingunum og hvør fekk eina heilsan, við tøkk frá næmingunum og nøkrum orðum um, hvussu týdningarmiklir lærararnir eru fyri tey, og hvussu góð tey eru við sínar næmingar. Hetta var ein ógvuliga innilig og rørandi løta lærarunum til heiðurs.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, varð bjóðað við til tiltakið, og hon helt røðu fyri lærarum og børnum. Røðan er her.