27.09.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

ALMENNUR URTAGARÐUR GERAST Í HAVN

ALMENNUR URTAGARÐUR GERAST Í HAVN

Týsdagin tann 25. september vóru borgarstjórin í Havn og landsstýrismaðurin í mentamálum og vitjaðu Studna.

Stutt fyri summarfrítíðina flutti Studni úr Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72 oman í býin. Studni húsast nú á Hoydalsvegi 1, millum Havnará og KFUM. 100 ára gomlu húsini eru nýumvæld, men hava varðveitt stílin uttandura.

Avtala er gjørd millum partarnar, at Tórshavnar kommuna fer at gera gamla urtagarðin framman fyri húsini til ein almennan urtagarð í Havn.

Á myndini eru Terji á Lakjuni, stjóri á Studna, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður.