18.11.2011 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Almennur evnisdagur um kreativar vinnur

Kreativar vinnur – íløgur og útflutningur

Hósdagin 1. desember kl. 9:00 - 12:30 skipa Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, Invest in the Faroes og Mentamálaráðið fyri evnisdegi um kreativar vinnur. Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Kreativu vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum, og nýggjar kanningar vísa, at tær eisini í norðurlondum eru nógv størri, enn tey flestu hava givið sær far um. Í Danmark kunnu kreativu vinnurnar longu kappast við biotøkni og útflutningin av royktum fleski, og í Íslandi telja kreativu vinnurnar meira í tjóðarroknskapinum enn stóra íslendska aluminiumsframleiðslan.

Kreativu vinnurnar eru ógvuliga altjóðagjørdar, og fólkini í hesum vinnum hava lætt við at flyta hagar, sum umstøðurnar at virka eru bestar, og har ið kreativa umhvørvið er mest mennandi. Tað er tí sera avbjóðandi at fáa kreativu vinnurnar at støðast og mennast í norðurlondum, í kapping við heimsins metropolar.

Millum størstu avbjóðingarnar er at fáa íleggjarar til kreativu vinnurnar, og at koma sær út á altjóða pallin. Endamálið við hesum evnisdegnum er tí at varpa ljós á kreativar vinnur, serliga við atliti at íløgum og útflutningsframa.

Eisini skal dagurin kveikja eitt kjak um búskaparliga týdningin av kreativum vinnum í Føroyum, nú og í framtíðini.

Gestarøðarar

(IS) Margrét Sigrún Sigurðardóttir, ið hevur staðið fyri nýggjari kortlegging av kreativa búskapinum í Íslandi, leggur fram niðurstøður úr frágreiðingini, tosar um týdningin av kortleggingini, og hvussu kanningin varð til.

(IS) Helga Valfells, frá Nýsköpunarsjóður atvinnulifsins (New Business Venture Fund) kemur at siga frá teirra royndum við váðafúsum íløgum í kreativar vinnur, og um “the perfect business plan”.

(DK) Kristian Riis, frá Volcano Management í Danmark fer at røða um implementering av útflutningsstrategium innan tónleikavinnu. Umframt sítt dagliga yrki, er Kristian ráðgevi í danska útflutningsráðnum við sergrein innan tónleik. Hann er somuleiðis guitarleikari í kenda bólkinum Nephew.

(FO) Guðrun & Guðrun / Heini Zachariasen: Vivino: Tvey umboð fyri kreativar fyritøkur, ið hava royndir við vakstrarfígging og altjóða marknaðarføring, siga frá sínum royndum og tankum um m.a. íløgufígging til kreativa vinnu.

(FO) Filmsvinnan – ein framtíðar vinnumøguleiki? Lýsing av vakstrarmøguleikum innan eina framtíðar filmsvinnu í Føroyum. Umboð fyri Klippfisk.


Skrá - ”Kreativar vinnur , íløgur og útflutningur”

Tíð: hósdagin 1. desember 2011 kl. 9 – 12.30
Stað: Skálin, Norðurlandahúsið

9:00 Vælkomin

9:10-9:45 Dr. Margrét Sigrun Sigurðardóttir, Háskóli Íslands
”Building local, going global”

9:45-10:15 Helga Valfells, New Business Venture Fund.
“The perfect business plan”

Steðgur

10:35-11:00 Kristian Riis, Volcano Management, Danmark.
“Verden som arbejdsplads – implementering af musik eksport strategier”

11:00-11:20 Mótavinna - Guðrun&Guðrun, ein alheimsvøra, Guðrun Rógvadóttir.

11:20-11:40 Filmsvinnan – ein framtíðar vinnumøguleiki? Umboð fyri Klippfisk.

11:40-12:00 Heini Zachariassen, VIVINO.

Pallborðskjak – spurningar úr salinum.

Nærri kunning fæst við at venda sær til:
Oyvind av Skarði, Invest in the Faroes tel: 556082, oyvindur@vmr.fo
Aldu Joensen, Mentamálaráðið tel: 555041, aldaj@mmr.fo
Biritu Nolsø, Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni tel: 556114, biritan@mfa.fo