05.06.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Álit um bygnaðin í skúladeplinum við Marknagil handað

Álit um bygnaðin í skúladeplinum við Marknagil handað

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur í dag fingið handa álit um skipan av bygnaðinum í nýggja skúladeplinum við Marknagil.

Í januar í ár setti landsstýrismaðurin eina nevnd, at greina viðurskiftini í sambandi við, at Føroya Studentaskúli, Føroya Handilsskúli í Tórshavn og Tekniska Skúli í Tórshavn skulu leggjast saman undir felags leiðslu og fyrisiting í nýggja skúladeplinum við Marknagil. Í dag hevur nevndin lagt síni tilmæli fram um, hvussu tilgongdin kann skipast frameftir. Nevndin hevur verið mannað við leiðslunum á skúlunum, Yrkisdeplinum og Mentamálaráðnum.

Landsstýrismaðurin fer nú at taka støðu til tilmælini í álitinum "Tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður". Les álitið her.