Ein arbeiðsbólkur, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setti í apríl í ár, handaði í dag landsstýriskvinnuni sítt álit. Í álitinum eru fleiri tilmæli, sum í ávísan mun kunnu tengjast saman:
- Stovnseta eina pedagogatstøðisútbúgving
- Bjóða út aðrar miðnámsútbúgvingar, bæði handilsliga miðnámsútbúgving og SIT útbúgvingina á Tekniska skúla
- Stovna aðrar yrkisfakligar útbúgvingar og miðnámsúbúgvingar
- Stovnseta ein Suðuroyar Skeiðsdepil at taka sær av førleikamenning
- Byggja eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy
Útbúgvingartilboðini eru ikki beinleiðis tengd at, um eitt næmingaheim verður bygt, men eitt næmingaheim fer at skapa betri grundarlag fyri, at Skúladepilin í Suðuroy við nýggjum útbúgvingar- og skeiðstilboðum kann gerast ein uppaftur meiri týðandi partur av lokalsamfelagnum í Suðuroy.
Næmingaheimið verður bygt í 11 íbúðareindum við 4 íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari íbúð verða 2 kømur, og verða sostatt tilsamans 88 kømur á næmingaheiminum. Umframt íbúðareindirnar verður bygt felagshús. Næmingaheimið skal burturav nýta grøna orku. Metti kostnaðurin er settur til 20 mió. kr., har landið stuðlar byggingini sambært løgtingslóg um næmingabústaðir við 13 mió. kr, restin verður fíggjað av sjálvsognarstovninum, sum stendur sum byggiharri.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Dennis Holm (Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning), Søren L. Bruhn (Suðuroyar Sparikassi), Jórun Petersen (Heilsuskúli Føroya), Ole V. Laursen (Miðnámsskúlin í Suðuroy), Gudfinn Olsen (Miðnámsskúlin í Suðuroy) og Olaus Jespersen (Mentamálaráðið). Arbeiðsbólkurin valdi Dennis Holm sum formann.
Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum var: “At savna saman øll góð hugskot um betur at gagnnýta Skúladepilin í Suðuroynni, vísa á og greina ymsar møguleikar um, hvussu skúlin kann gerast ein vitanardepil, sum kann vera við til at styrkja Suðuroynna útbúgvingarliga, mentanarliga og vinnuliga: t.d., hvussu vit kunnu fjøltátta útbúgvingartilboðini, økja skeiðsvirksemi, fleiri mentanarlig tiltøk, fjarlestur, økt samstarv við aðrar skúlar, møgulig ferðavinnutiltøk o.a. Eisini skal arbeiðsbólkurin koma við uppskoti til møguligar útbyggingar kring skúlan, so sum næmingaheim, ítróttarverkløg o.a. “. Les álitið her.
Á myndini vantar Gudfinn Olsen.