Tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at eitt nøktandi útboð av ljóðbókum eru atkomuligar umvegis eina ljóðbókatænastu, og at føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur eru til taks umvegis eina nettænastu á landsins bókasøvnum. Tað er niðurstøðan í áliti, sum landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, í dag fekk handað frá arbeiðsbólki, ið hevur viðgjørt spurningar um, hvørjar tænastur landið skal veita, tá tað um ljóðbøkur og e-bøkur ræður.
Tørvurin á ljóðbókum og e-bókum er alsamt vaksandi, bæði í mun til tey, ið eru blind, sjónveik, sjúk, vanfør, orðblind, ella hava skerdan lesiførleika, í mun til menning av lesiførleikum í skúlaverkinum annars, í mun til útbúgvingar- og bókasavnstilboð og í mun til útbreiðslu av føroyskum ljóðbókum og e-bókum sum heild.
Tey, ið virka innan ljóðbókaøkið, hava víst á, at tørvur er á at fáa ljóðbókatænastuna í tryggari fíggjarligar- og skipanarligar karmar. Somuleiðis hava bókasøvnini víst á, at tørvur er á, at føroyskar e-bøkur og ljóðbøkur verða atkomuligar á netinum umvegis landsins bókasøvn.
Yvirskipaði abeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum ljóðaði soleiðis:
• Hvørjar tænastur skal landið veita, tá tað snýr seg sum ljóðbøkur og e-bøkur?
• Hvussu skulu hesar tænastur skipast?
• Hvørjir rættarligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur?
• Hvørjir tøkniligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur?
Arbeiðsbólkurin er komin til ta niðurstøðu, at ljóðbókatænastan eigur at verða skipað sum serbókasavn undir Landsbókasavninum, har tænastan eigur at verða samskipað við eina e-bókatænastu og eina tænastu, ið samskipar tøkniligu menningina á økinum. Mett verður, at tær tænastur, ið tað almenna fíggjar innan ljóðbøkur og e-bøkur, eiga at verða samskipaðar og mentar á ein so skynsaman hátt sum gjørligt, fyri harvið at vera einum so stórum parti av borgarum landsins at gagni sum gjørligt.
“Atgongd til vitan og kunning er ein sjálvsagdur rættur hjá øllum landsins borgarum, og tí er tað av stórum týdningi, at føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur verða framleiddar og atkomuligar hjá øllum. Eg eri tí sera fegin um at hava fingið handað hetta álit við tilmælum um, hvussu ljóðbóka- og e-bókatænastur kunnu verða skipaðar á ein so skynsaman hátt sum gjørligt”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Í arbeiðsbólkinum hava verið umboð fyri forlagið Ljóðbøkur, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, forlagið Sprotan, Nám, Sjóndepilin, Felagið fyri lesi- og skriviveik og Mentamálaráðið.