Álit - endurskoðan av lóg um gransking handað landsstýriskvinnuni
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í granskingarmálum, fekk í dag handað álit um endurskoðan av lóg um gransking. Les álitið her.
Fleiri landsstýrisfólk varða av gransking, menning og nýskapan. Fleiri almennir stovnar hava gransking sum lutvísan ella umfatandi part av sínum virksemi. Eisini eru fleiri grunnar, sum veita stuðul til hesi endamál. Vísindaráðið mælti í 2011 til økt samstarv bæði millum granskingarstovnarnar og millum stuðulsfyrisitingarnar. Lógin um gransking tørvar at verða endurskoðað og dagførd í mun til ta menning, sum hevur verið á økinum í Føroyum og úti í heimi síðani 2006.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti á vári 2017 ein arbeiðsbólk umboðandi stjórnarráð og stovnar, sum varða av arbeiðinum við gransking, at endurskoða lógarverkið um gransking í Føroyum, og at arbeiða við uppskoti um loysn fyri tættari samstarvi á økinum. Arbeiðsbólkurin skuldi lýsa tørvin á broytingum í lógini um gransking, herundir fyrisiting av stuðli til gransking, menning og nýskapan sum heild í Føroyum, um skilmarking av hugtøkum og um skipanina við Vísindaráðnum.
Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Vinnuhúsið, Fróðskaparsetrið og Granskingarnevndin hava verið umboðað í arbeiðsbólkinum. Mentamálaráðið hevur havt formansskapin, meðan skrivstovan hjá Granskingarráðnum hevur havt leiklutin at skriva og samskipa.
Arbeiðsbólkurin:
- Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsu- og Innlendismálaráðnum
- Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, táverandi forkvinna í Granskingarnevndini
- Niels Winther, ráðgevi í Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
- Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni
- Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
- Súsanna Nolsøe, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum
- Ulla Svarrer Wang, ráðgevi í Fiskimálaráðnum
- Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, núverandi formaður í Granskingarnevndini
Formansskapur, Mentamálaráðið:
- Martin Næs, deildarstjóri , formaður
- Kristianna Sjóvará, fulltrúi
- Alda Joensen, fulltrúi
Skrivaraleiklutur og samskipan, Granskingarráðið:
- Annika Sølvará, stjóri
- Maria Húsgarð, fulltrúi
MYND: Rigmor Dam, landsstýriskvinna saman við arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álit í sambandi við endurskoðan av lóg um gransking.
Á myndini frá vinstru eru:
Maria Húsgarð, Guðrið Andorsdóttir, Oyvindur av Skarði, Ulla Svarrer Wang, Alda Joensen, Súsanna Nolsøe, Birita Ludvíksdóttir, Kristianna Sjóvará, Niels Winther, Wilhelm E. Petersen, Rúni Rasmussen, Annika Sølvará og Rigmor Dam
Á myndini vanta: Martin Næs og Sigurð í Jákupsstovu