Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla. Alis er 56 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.
Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari, og orðblindalærari. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og innan tað privata. Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið í starvi sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla og hevur luttikið á leiðsluskeiði.
Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021.