Mikumorgunin 21. november kl. 10 byrjar aðalorðaskiftið um fólkaskúlan.
Siktið við aðalorðaskiftinum er at geva tingfólki høvi at siga sína hugsan um fólkaskúlan í breiðastu merking, men eisini at umrøða tey evni, sum hava verið viðgjørd í politiska fólkaskúlabólkinum seinasta árið.
Í politiska fylgibólkinum hava verið umboð fyri politisku flokkarnar á tingi, og tey hava luttikið í orðaskiftinum at gera tillagingar í fólkaskúlaskipanina. Evnini, sum hava verið viðgjørd, hava einamest verið skúlabygnaður, skúladagatalið, 10. flokkur, serøkið, tíma- og lærugreinabýtið og eftirmetingar.
Fólk sum heild hava hugsanir um fólkaskúlan, og við einum aðalorðaskifti koma hesi vónandi eisini til orðanna í almenna rúminum - bæði umboð fyri foreldur, næmingar, lærarar, skúlaleiðarar og kommunur.
Sum grundarlag undir aðalorðaskiftinum hevur Mentamálaráðið gjørt eina frágreiðing.