21.12.2016 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
9 umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla
Í sambandi við at Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla, fer úr starvi fyrst í komandi ári hevur Mentamálaráðið søkt eftir nýggjum skúlastjóra at byrja 1. februar 2017. Freistin at søkja starvið var úti tann 20. desember, og hevur Mentamálaráðið fingið 9 umsóknir til starvið.
Miðað verður móti at avgreiða setanina skjótast til ber soleiðis, at nýggi skúlastjórin kann byrja 1. februar 2017.