14 verkætlanir fáa filmsstuðul í seinna umfari í 2019. Inn komu 15 umsóknir.
Stuðulin hesaferð er á 833.600 kr. tilsamans og verður latin ymiskum verkætlanum, sum fevna víða – talan er um alt frá hugskotsmenning til framleiðslu og um bæði spælifilmar, stuttfilmar og heimildarfilmar.
Søkt var um tilsamans 1.514.468 kr.
Hesi standa fyri verkætlanunum, sum fingu stuðul í seinna umfari í 2019:
Umsøkjari:
| Játtað: |
Trygvi Danielsen | 132.000 kr. |
Julia í Kálvalíð | 103.600 kr. |
Johan Rimestad | 103.000 kr. |
Rói Davidsen | 100.000 kr. |
Torfinnur Jákupsson | 88.000 kr. |
Heri í Ravnagjógv | 60.000 kr. |
Búi Egason Dam | 42.000 kr. |
Katrin Joensen-Næs | 33.000 kr. |
Theresa Jákupsdóttir | 32.000 kr. |
Sakaris Stórá | 32.000 kr. |
Franklin Henriksen | 31.000 kr. |
Franklin Henriksen | 26.000 kr. |
Jóhan Martin Christiansen | 26.000 kr. |
Zacharis Hammer | 25.000 kr. |
Verkætlanin “111 góðir dagar” við Trygva Danielsen fekk størstu stuðulsupphæddina á 132.000 kr. í hesum umfari. Talan er um ein spælifilm í fýra pørtum. Í stuttum viðger verkætlanin tað sosiala og eksistensiella einsemið í modernaðu tilveruni. Og stigtakarin sjálvur sigur, at “111 góðir dagar” sameinir svartan humor og menniskjasligt innlit til eina kensluliga dygdaruppliving, ið føroyskir filmsáskoðarar tráa eftir at fáa.
Mynd: Úr "111 góðir dagar" við Trygva Danielsen