24.05.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

60 lond umboðað á árligu summarmóttøkuni í Keypmannahavn

60 lond umboðað á árligu summarmóttøkuni í Keypmannahavn
1 / 7

Væl yvir 100 sendifólk, ráðharrar, politikarar, embætisfólk og onnur, umboðandi umleið 60 ymisk lond, tóku sær stundir at luttaka til árligu summarmóttøkuna hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.

Á hvørjum ári skipar Sendistova Føroya fyri eini summarmóttøku fyri innbodnum umboðum fyri sendistovur í Keypmannahavn, stjórnarráð, fólkatingið og øðrum embætisfólkum og felagsskapum, við sæti í Keypmannahavn, sum varða av ella takast við føroysk viðurskifti.

Ein av uppgávunum hjá sendistovuni er at røkja sambond við hesar stovnar og tær umleið 80 ymisku sendistovurnar, ið eru í Keypmannahavn. Ein fastur táttur er at vera vertur fyri eitt árligt tiltak, ið savnar umboð fyri stovnarnar.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, bar fram røðu. Landsstýrismaðurin nýtti høvi at vísa á tørvin á einum styrktum altjóða, diplomatiskum samstarvi við onnur lond, í einum alsamt ótryggari heimi, og hvussu Føroyar hvønn dag arbeiða fyri at røkja hesi sambond, m.a. umvegis føroysku sendistovurnar.

Hetta var somuleiðis seinasta summarmóttøkan við Jóannesi V. Hansen, sendimanni, sum verti. Jóannes V. Hansen hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019, og verður í sambandi við sendifólkaskiftið í heyst avloystur av Gunnari Holm-Jacobsen, stjóra í Uttanríkistænastuni.

Í røðu síni takkaði sendimaðurin sínum samstarvsfeløgum, toyminum á føroysku sendistovuni og øðrum fyri gott samstarv seinastu 5 árini.