Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at allir flokkar skulu aftur í skúla. Hetta vil siga, at nú skulu næmingarnir í 6., 7., 8. og 10. flokki eisini møta í skúla.
Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuháskúlin og háskúlar kunnu byrja aftur sum vant.
Skúlagongdin byrjar aftur sum skjótast – í seinasta lagi mikudagin.
Hetta er liður í at fáa Føroyar enn meira upp í ferð.
Meðan ætlanin er, at tey lesandi á Fróðskaparsetur Føroya og á Vinnuháskúlanum skulu til próvtøkur sum vant, skulu næmingarnir í 9. og 10. flokki ikki til endaliga próvtøku í summar.
Tú kanst lesa meira um próvtøkurnar á miðnámsskúlunum her.