Fríggjadagin seinnapartin 27. september var almenn móttøka í Mentamálaráðnum fyri Svanhild Joensen, lønarfulltrúa, ið hevði 50 ára starvsdag í summar.
Svanhild var sett sum skrivstovunæmingur í Ríkisumboðnum tann 1. august í 1963. Øll tey tungu vælferðarøkini “Undirvísing, heilsa og almannamál” vóru umsitin haðani, umframt nógv onnur mál. Landsfyrisitingin var lítil, tí fáar yvirtøkur vóru fyrst í 60’unum.
Í 1979 bleiv fyrisitingin av skúlaverkinum tó yvirtikin eftir grein 9 í heimastýrislógini. Svanhild var millum teirra, ið við sínum drúgvu arbeiðsroyndum við lønarmálum, flutti yvir í Landsskúlafyrisitingina, sum umsitingin tá var kallað.
Í Mentamálaráðnum, sum umsitingin eitur í dag, hevur hon sum lønarfulltrúi havt dagligu leiðsluna av Lønarstovuni. Hesa uppgávuna hevur hon røkt fyrimyndarliga øll árini síðani.
Vit ynskja okkara starvsfelaga Svanhild hjartaliga til lukku við 50 ára starvsdegnum.
Á myndini hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, júst hildið røðu fyri Svanhild Joensen og handað henni eitt blómutyssi.