Um tveir mánaðir - tann 31. oktober - eru 500 ár liðin síðani reformatiónina, og síðani Martin Luther hongdi sínar 95 tesur upp til øll at lesa.
Í tí sambandi verða hópin av tiltøkum kring alt landið, bæði fyrilestrar, konsertir, gudstænastur, framsýningar, sjónleikir og onnur upplýsandi átøk verða í tíðarskeiðnum frá 31. august til 29. november.
Í seinastu viku varð ein heilsan frá fólkakirkjuni borin í hvørt hús í landinum í hesum sambandi.
Talan var um ein pakka við trimum ymsum heftum í.
Fyri tað fyrsta var Luthersblaðið – sum er ein víðkað útgáva av serblaðnum um Luther, sum stóð í Kirkjutíðindum fyrr í ár.
Harnæst var ein teknirøð um Luther, nevnd: Munkurin, sum broytti heimin.
Og at enda var eisini ein plakat við teimum 95 avlátssetningunum – og eini skrá við hópatals tiltøkum. Skráin er tó ikki fullfíggjað, og tí er eisini ein álmanakki at finna á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni www.kirkjan.fo og á Facebooksíðuni ”Reformatiónin 2017”.
Í sambandi við hátíðarhaldið skrivar Fólkakirkjan soleiðis í eini heilsan:
31. oktober 2017 eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther negldi sínar 95 tesur á slotsdyrnar í Wittenberg. Hetta gjørdist byrjanin til trúbótina, sum fekk ómetaliga ávirkan á allan Vesturheimin.
Eisini í Føroyum er ætlanin at halda 2017 sum fagnaðarár fyri trúbótini.
Biskupur hevur tí í brævi dagfest 28. januar 2016 sett eina nevnd við hesum limum: Uni Næs, dómpróstur og formaður, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur, Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, og Jákup Reinert Hansen, lektari. Skrivari hjá nevndini eru Ása Justinussen, kirkjuráðslimur.
Føroya Stiftsstjórn hevur sett eina ávísa upphædd av til at fyrireika og fremja tey tiltøk, sum nevndin tekur avgerð um.
Eisini Mentamálaráðið hevur latið stuðul til tiltøkini.
Ein kalendari vísir øll tiltøkini, sum eru í sambandi við hátíðarhaldið - og hvar tey eru. Sí kalendaran HER