Í dag seinnapartin var lítil samkoma í matarhøllini í Mentamálaráðnum fyri Randi Olsen og Gunnvør Poulsen, ið hava ávikavist 30 og 35 ára starvsdag nú í heyst. Randi starvast sum journalleiðari í Skjalagreiðsluni í Mentamálaráðnum og Gunnvør sum próvstøkufyrisitari í Próvstovuni.
Randi var sett í starv á Landsskúlafyrisitingini tann 1. september 1983. Hon stóð í læru innan postverkið í Danmark, har hon arbeiddi í 9 ár áðrenn hon kom til Føroya at arbeiða.
Gunnvør var sett í starv hjá Skúlaráðgevanum tann 1. november 1978 og hevur síðan starvast í skúlafyrisitingini (Landsskúlafyrisitingin og Mentamálaráðnum). Áðrenn hevði hon staðið í læru sum skrivstovukvinna á heilsøluni hjá Brandi Øssursyni.
Vit ynskja okkara starvsfeløgum Randi Olsen og Gunnvør Poulsen hjartaliga til lukku við 30 og 35 ára starvsdøgunum.
Mynd: Gunnvør, Poul Geert og Randi