21.03.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

25 ÁRA STARVSDAGUR Í MENTAMÁLARÁÐNUM

Seinnapartin hósdagin 14. mars var lítil samkoma í matarhøllini í Mentamálaráðnum fyri Gunnvør Eriksen, ið hevði 25 ára starvsdag. Gunnvør starvast sum skrivari á Politikkdeildini í Mentamálaráðnum.

Gunnvør var sett sum telefondama í Landsskúlafyrisitingini tann 14. mars 1988 og seinni fyrst í 90'unum sum skrivari á Fólkaskúladeildini. Seinni aftur var hon skrivari á Skúladeildini, ið fevndi um bæði Fólkaskúla- og Vinnu- og miðnámsskúladeildina fram til november í fjør, tá ið bygnaðarbroytingar vóru settar í verk í Mentamálaráðnum.

Vit ynskja okkara starvsfelaga Gunnvør Eriksen hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.

Á myndini handar Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Gunnvør Eriksen eitt blómutyssi.