Í dag seinnapartin var lítil samkoma í matarhøllini í Mentamálaráðnum fyri Jóhannu Heinesen, ið hevur 25 ára starvsdag í dag. Jóhanna starvast sum skrivstovufólk í Skjalagreiðsluni í Mentamálaráðnum.
Jóhanna var sett sum skrivstovukvinna í Landsskúlafyrisitingini tann 1. mai 1987 og 5 mánaðir seinni, 1. oktober 1987, byrjaði hon sum lærlingur í skrivstovuyrkinum. Lærutíðin var liðug 1. oktober 1989, og var Johanna tá sett sum assistentur í Landsskúlafyrisitingini. Tey fyrstu nógvu árini arbeiddi hon á Próvstovuni og í 2000 flutti hon í Skjalagreiðsluna.
Vit ynskja okkara starvsfelaga Jóhannu Heinesen hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.
Á myndini handar Bjarndi Wilhelm, deildarstjóri, Jóhannu Heinesen eitt blómutyssi.