Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Hesi 18 fingu stuðul:
Umsøkjari | Játtað |
Symphor Film - Franklin S. Henriksen | 150.000 |
Konteksta v/ Pætur H. Evensson | 30.000 |
Ferran Casterá og Havnar Sjónleikarfelag | 104.000 |
Andreas Tykjær Restorff | 20.000 |
Barbara Lervig | 50.000 |
Marianna Mørkøre | 47.500 |
Bavian-Projects I/S - Jens Jonas í Dali Wagner | 150.000 |
focus - Fríði Birgirsson Olsen | 52.000 |
Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen | 37.500 |
ÍVF TROM - Jón Hammer | 172.000 |
Kykmyndir - Jón Hammer | 200.000 |
Drive Studios - Heiðrik á Heygum | 30.000 |
JKT framleiðsla - Jóna Kristin Thomsen | 37.000 |
Terji Mohr Productions | 35.000 |
88 Miles v. Marco Lorenzen - Mariann Sofiasdóttir | 75.000 |
Helmsdal Media - Gudmund Helmsdal | 75.000 |
Symphor Film - Franklin S. Henriksen | 30.000 |
Bjørn Ulvedal Simonsen | 45.000 |
Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 kr. til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.
Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kr. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.
Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 kr. í stuðli til eina røð av stuttfilmum, ið lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.
Samlaða filmsjáttanin er 2,9 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desembur við freist 1. februar 2022.
Mynd: “Takk!”- Óveruliga verðin hjá Aldu eftir Tóka Jansson.
Mynd: To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen.