Miðlastuðulsnevndin hevur játtað stuðul til 13 miðlaverkætlanir.
Hetta er fyrstu ferð, at miðlastuðul verður veittur sum verkætlanarstuðul.
Tilsamans komu 56 umsóknir inn.
Umsóknirnar vóru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Bara miðlar, sum hava eina redaktión, sum fevna um eitt breitt evnisøki og sum hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul. Ítøkiliga hugdi miðlastuðulsnevndin at trimum parametrum í viðgerðini: innihaldi/hugskoti, kostnaði og útbúgving/royndum hjá viðkomandi journalisti ella toymi.
Tær flestu av verkætlanunum byrja komandi hálvár. Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður goldin, tá ið verkætlanin byrjar. Hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug.
Av játtanini á 1,4 mió. kr., sum eru settar av til verkætlanarstuðul, verður beint undir 1,1 mió. kr. brúkt til tær 13 umsóknirnar (sí talvu niðanfyri). Góðar 300.000 kr. eru eftir á verkætlanarstuðulsjáttanini fyri 2022. Hesar vera veittar út eftir nýtt stuðulsumfar í heyst.
Umframt játtan á 1,4 mió. kr. til verkætlanarstuðul eru framvegis 600.000 kr., ið verða latnar sum rakstrarstuðul, grundað á lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár. Umsóknir til henda partin verða eisini viðgjørdar í heyst.
Hesar verkætlanir fingu stuðul hesaferð:
Heitið | Miðil | Upphædd |
Aktuelt | Dimmalætting | 79.779,40 kr. |
Aling fyri havnafólk | Dimmalætting | 74.761,54 kr. |
Fiskur fyri havnafólk | Dimmalætting | 74.761,54 kr. |
Knarrið | Dimmalætting | 242.903,85 kr. |
Ung listafólk | Dimmalætting | 70.915,40 kr. |
Uttanfyri sitat | Dimmalætting | 44.322,13 kr. |
Vísund | Dimmalætting | 79.779,40 kr. |
Prestar og kirkjur | FM1 | 60.000,00 kr. |
Politiskt tilfar | Knassar | 70.000,00 kr. |
Sjónvarp á netinum | Sosialurin | 49.920,00 kr. |
Skapanarverk | Sosialurin | 76.000,00 kr. |
Tilflytarar | Sosialurin | 60.000,00 kr. |
Ummæli | Sosialurin | 97.500,00 kr. |
Tilsamans |
| 1.080.643,26 kr. |