Hósdagin 23. apríl fingu 1.079 umsøkjarar at vita, at teir kunnu byrja á miðnámi. Hetta svarar til, at 92% av umsøkjarunum kunnu fara undir eina miðnámsútbúgving. Av hesum eru 54% gentur.
Á gymnasialu útbúgvingunum eru samanumtikið fleiri gentur enn dreingir, meðan dreingir eru í meirluta á yrkisútbúgvingunum.
Á yrkisútbúgvingarøkinum hevur útbúgvingin innan fyrisiting, handil og skrivstovu flestar umsøkjarar, 65% eru gentur. Næst hesari koma el og hárfríðkan, og eru hesar so at siga óblandaðar, tá tað snýr seg um kyn. Seinastu árini eru nýggj tilboð komin á yrkisútbúgvingarøkinum, sum serliga venda sær til gentur, og tí eru alsamt fleiri gentur, sum eisini søkja inn á hesar.
Á gymnasialu útbúgvingunum velur tann størsti bólkurin av umsøkjarum eina hugvísindaliga leið, og her telja genturnar 80%. Næst hugvísind koma búskapur og náttúruvísind, har dreingir hava javnstóra umboðan við umleið 55%. Hóast tøkniligu útbúgvingarnar vanliga hava størri áhuga millum dreingir, eru gentur kortini væl umboðaðar. Á Tilfeingisbreytini eiga genturnar meira enn helmingin av umsóknunum.
28 umsóknir vóru til nýggju sertilboðini á Kambsdali og í Tórshavn. Hesi kunnu vænta at fáa svar fyrstu vikuna í mai. Sostatt fara tilsamans umleið 1.100 ung undir eina miðnámsútbúgving í summar.
Teir umsøkjarar, sum ikki hava fingið játtandi svar, kunnu venda sær til lestrarvegleiðingina í skúlunum. Tann 7. mai skulu umsøkjarar hava sagt skúlunum frá, um teir taka av tilboðnum.