Talgildu Føroyar - lættari, betri og bíligari fyri samfelagið
Stór menning fer fram innan KT og talgilding, og Føroyar eru í fremstu røð á summum økjum. Eitt nú kunnu nevnast Talgilda Heilsuskipanin og Búskaparskipan Landsins. Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið. Avleiðingin er, at á summum økjum og geirum eru KT-skipanir ikki nútímansgjørdar og samskifta ikki sínámillum, og vit eru eftirbátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur, har borgarar og vinna kunnu avgreiða síni viðurskifti á netinum. Hetta merkir, at vit hava tungar og tíðarkrevjandi arbeiðsgongdir og nógv dømi um dupultfunktiónir. Hetta hevur við sær, at óneyðug arbeiðsorka, tíð og peningur verða nýtt. Tilfeingið, sum kundu verið brúkt øðrvísi og meira skynsamt.
Føroyar hava møguleikan at gerast eitt undangonguland innan talgilding av tænastum, um røttu fyritreytirnar eru til staðar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava í felag tikið stig til verkætlan, og ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina 5-ára ætlan fyri at talgilda almennar tænastur. Átakið hevur heitið: Talgildu Føroyar.
Høvuðsmál í ætlanini eru:
At borgarar og virki kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna - eitt nú um borgara- og virkisportalar.
At tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum
At veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar
Yvirskipaða málini eru at:
Nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum
Útvega fyritreytir fyri effektiviseringum í almenna geiranum
Skapa størri kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku
25. juni verður ein yvirskipað strategi almannakunngjørd. Strategiin fevnir um:
Talgildar Tænastur: Borgarar og vinnan samskifta í dag við tað almenna í stóran mun við posti og telduposti. Hetta hevur við sær manuellar og arbeiðskrevjandi mannagongdir. Borgarar mugu venda sær til fleiri ymiskar stovnar og í summum førum lata somu upplýsingar inn á fleiri støðum. Tað almenna hevur upplýsingar hjá borgarum, sum borgarin ikki hevur atgongd til uttan at seta seg í samband við viðkomandi stovn.Strategiin fer at skjóta upp, hvussu almennir og vinnuligir portalar skulu samarbeiða fyri at trygga, at borgar og vinna lætt, skjótt og einfalt finna og brúka tær almennu talgildu tænasturnar.
Talgildur Samleiki: Fyritreytin fyri, at borgarar kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við tað almenna um portalar o.l. er ein tryggur talgildur samleiki. Strategiin kemur við einari støðulýsing og tilmæli um talgildan lykil til innritan og undirskrift, og sum hóskar til føroyska samfelagið.
KT-arkitekturur og grunddáta: Grundleggjandi upplýsingar um borgarar, virki, fastar ognir o.tíl. - eisini nevnt grunddáta - verða skrásettar og brúktar nógva staðni í almenna geiranum, og KT-skipanir og umsitingin er spjadd í ymiskum stovnum, kommunum og feløgum. Tørvur er á skynsamum samskifti millum hesar skipanir, og neyðugt er at samskipa hesa skráseting fyri at tryggja, at grunddáta altíð eru dagførd og fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Strategiin kemur við einum uppskoti til yvirskipaða ætlan fyri umsiting av grunddáta, og hvussu KT-skipanir bæði hjá tí almenna og vinnuni kunnu gagnnýta hesi dáta. Grundskráir og samskifti millum skipanir verða greinað og at kannað verður, hvussu alt kann skipast tøkniliga, hvørjir standardir eiga at verða valdir, og hvat skal til fyri at skipa hetta skynsamari.
KT í tí almenna: Strategiin fer at mæla til eina skipan av talgildingini, sum staðfestir myndugleika og uppgávur. Í fyrstu syftu er talan um eina lýsing av teimum uppgávum, skulu loysast, um strategiin skal eydnast, t.d. myndugleiki, ábyrgd og førleikar at umsita talgildan samleika og røkt og menning av markamótum. Næsta stigið lýsir átøk, sum eru við til at menna og effektivisera almennu fyrisitingina (land og kommunur). Talan verður um tøknilig og fyriskipanarlig átøk, ið miðsavna ella skapa samstarv innan KT hjá tí almenna, t.d. felags ellasamstarvandi rakstrardeplar og pallar, felags skipanir, felags innkeyp, felags ráðgeving, undirvísing o.tíl. Hesin partur verður eftir ætlan liðugur til heystar.
Strategiin fevnir eisini um eina greining av neyðuga lógargrundarlagnum fyri at fremja eina miðvísa og samskipaða talgilding, umframt eina meting av búskaparligu nyttuvirðunum og øðrum avleiðingum, sum átøk í Talgildu Føroyum hava við sær.
Ein verkætlanarbólkur fór til verka í apríl 2015, og sum liður í arbeiðinum heldur verkætlanarbólkurin verkstovur, samrøður og ráðførslur við viðkomandi áhugapartar – bæði KT-veitarar, stovnar og kommunur og umboð fyri vinnuna. Royndir úr øðrum londum verða gagnnyttar, m.a. luttaka serfrøðingar úr Estlandi og altjóða serfrøðingar, sum hava hjálpt smátjóðum við talgildingarstrategium. Estland verður roknað millum fremstu lond í heiminum innan talgilding av almennum tænastum. Eisini verða fólk frá Fróðskaparsetrinum, stovnum, kommunum og vinnuni boðin til at luttaka í arbeiðinum.
Í verkætlanarbólkinum eru:
Dánjal Pauli Haraldsen, sjálvstøður ráðgevi, verkætlanarleiðari
Ólavur Brimnes, deildarleiðari á TAKS, leiðari fyri undirverkætlanini “Talgildar Tænastur”
Ann Damgaard, sjálvstøður KT-ráðgevi, leiðari fyri undirverkætlanini “Talgildur Samleiki”
Ólavur Ellefsen, stjóri í Tökni og formaður í KT-felagnum, leiðari fyri undirverkætlanini “KT-arkitekturur og grunddáta”
Lilly D. Hanssen, projektleiðari á KT-Landsins, leiðari fyri “KT í tí almenna”
Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Vinnumálaráðnum
Jóanna Djurhuus, løgfrøðiligur ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum
Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum
Páll Nolsøe, kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni
Cecilia í Køk, skrivari í fíggjarmálaráðnum
Í stýrisbólkinum fyri verkætlanini eru: Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Bjarni A. Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, Nicolai M. Balle, deildarstjóri í KT landsins, Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagið (umboð fyri Vinnuhúsið), Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Petur Mittún, deildarleiðari hjá Tórshavnar Kommunu.
Talgildu Føroyar hava verkætlanarskrivstovu í Traðargøtu 43 á Argum, tlf: +298 281593, danjal.pauli.haraldsen@gjaldstovan.fo