Mentanarsamstarv

Sendistovan í Brússel leggur dent á at menna sambond og røkja netverk á mentanarøkinum, til tess at fremja kunnleika og tilvitan um føroyska list og mentan í evropeiskum høpi. Niðanfyri verða nøkur av teimum sambondum og tiltøkum lýst, sum Sendistovan luttekur í.

 

EUNIC - EUROPEAN UNION NATIONAL INSTITUTES FOR CULTURE

Í 2013 gjørdist Sendistovan atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv á mentanarøkinum millum evropeisk lond, ið hava umboðsstovur í Brússel. EUNIC (European Union National Institutes for Culture) er eitt breiðari samtak, ið hevur deildir í fleiri øðrum høvuðsstøðum, bæði í Evropa og globalt.  Við tilknýti til altjóða EUNIC netverkið, arbeiðir EUNIC Brússel við at menna og fremja verkætlanir og tiltøk á lista- og mentanarøkinum í Brússel og Belgia við tí fyri eyga at sameina lokala og altjóða samfelagið og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Evropa. Sendistovan luttekur regluliga á fundum í EUNIC Brússel, sum gevur møguleikar at fylgja við í, hvørji tiltøk eru í umbúna, har føroysk list og mentan eisini kunnu koma fram í ljósmálan. EUNIC Brússel skipar fyri umleið fimm tiltøkum árliga, summi eru afturvendandi. Allir limir hava møguleika at skjóta upp tiltøk. Um undirtøka er hjá minst trimum limum, kann tiltakið skipast sum eitt EUNIC tiltak.

www.eunic-brussels.eu

Transposie

Umvegis luttøku í EUNIC Brússel hava Føroyar møguleika at vera við í Transpoesie, ið er eitt afturvendandi tiltak í býnum í Brússel, har yrkingar úr fleiri londum verða vístar fram á upprunamálum og í fronskum og hollendskum týðingum í almenna samferðslukervinum um allan býin  í ein góðan mánað. Transpoesie byrjar 26 september, ið er formliga staðfest í ES høpi at vera almennur máldagur  í Evropa. Síðan 2013 hava føroyskir yrkjarar luttikið á Transpoesie, eisini á staðnum við upplestri.

www.transpoesie.eu

 

NORÐURLENDSKA SAMSTARVIÐ UM MENTAN Í BRÚSSEL

Sendistovan er virkin í einum arbeiðsbólki við umboðum frá norðurlendskum sendistovum og mentanarstovnum í Brússel. Arbeiðsbólkurin fæst við at fremja norðurlendska list og mentan í Belgia og hinum “Benelux” londum,  Holland og Luksembourg. Bólkurin arbeiðir við at viðgera og menna møguleikar fyri samstarvi um mentanar verkætlanir, sum norðurlondini hava fyrimun av  at seta í verk í felag. Hetta samstarvið gevur møguleikar at varpa ljós á Føroyar og føroyska mentan í Belgia og hartil góð sambond, ið kunnu koma føroyskari mentan til góðar.