Stutt og greitt um íslendska stjórnarskipan og politikk
Stjórnarskipan Íslands
Tá Ísland fekk tjóðveldi í juni 1944, varð nýggj stjórnarskipan sett í gildi. Hon var í stóran mun bygd á stjórnarskipanina hjá danska kongaríkinum. Størsti munurin var, at forsetin, sum nú kom í staðin fyri kongin, skuldi veljast við fólkaatkvøðu 4. hvørt ár. Síðan 1944 er stjórnarskipanin broytt sjey ferðir.
Í kjalarvørrinum á búskaparkreppuni, ið byrjaði í 2008, varð arbeitt við nýggjari stjórnarskipan. Stór ónøgd var við sitandi stjórn og stjórnarskipan og ynski var um at fremja broytingar, ið stuðlaðu undir betri gjøgnumskygni og álit. Mett varð, at Altingið var ov veikt og neyðugt var at seta greiðari reglur viðvíkjandi fólkaatkvøðum. Av løgfrøðiligum orsøkum bleiv nýggja stjórnarskipanin ikki viðtikin.
Ísland hevur forseta, ið er valdur at standa á odda fyri lýðveldinum og forsætisráðharra, ið stendur á odda fyri ríkisstjórn Íslands. Fjórða hvørt ár er forsetaval og verður forsetin beinleiðis valdur.
Tað er onki evstamark fyri, hvussu leingi forsetin kann sita, tað krevst einans, at hann verður afturvaldur. 6 forsetar hava sitið síðan 1944, harímillum Vigdís Finnbogadóttir, fyrsta fólkaræðisvalda kvinnan at vera ríkishøvd í heiminum, ið enn er tann kvinnan í heiminum, ið hevur sitið longst á sessinum (1980-1996). Forseti Íslands er Halla Tómasdóttir, ið tók við forsetaembætinum 1. august 2024.
Ísland er býtt í seks valdømi. Hetta varð samtykt í stjórnarskipanini áðrenn valið í 2003. 63 tingsessir eru í Altinginum. Ein samgonga skal telja minst 32 sessir fyri at hava meiriluta, og ein flokkur skal hava 5% ella meira av atkvøðunum fyri at koma inn á Altingi. Øll eldri enn 18 ár hava valrætt.
Eftir at val hevur verið, fara allir floksformenninir eina forsetarundu (eins og formannsumfarið í Føroyum við løgtingsformannin). Forsetin spyr um málsetningarnar hjá teimum ymsu flokkunum og tekur síðan avgerð um, hvør skal leiða samráðingarnar um at skipa samgongu. Hetta er tó meira ein formalitetur enn nakað, ið verður útint í praksis. Valúrslitið og samskiftið millum teir ymsu flokkarnar avmarkar valdið hjá forsetanum. Forsetin hevur mandat til at geva teimum, ið eru samd um at fara undir stjórnarsamstarv, umboð til at mynda ríkisstjórn. Er ósemja, hevur forsetin ein meira aktivan leiklut.
Núverandi stjórn og flokkarnir
Til seinasta val, í var í septembur 2021, stillaðu 11 flokkar upp, harav átta komu í Altingið. 203.979 av teimum 254.681, ið høvdu valrætt, atkvøddu á seinasta vali – tvs. 80,09%. Teir átta flokkarnir, ið vórðu valdir í Altingið, vóru hesir:
Sjálfstæðisflokkurinn D (Independence Party), við 24,39% av atkvøðunum og 16 sessum (sama sum undanfarna val). Heimasíðan hjá flokkinum: https://xd.is/
Framsóknarflokkurinn B (Progressive party), við 17.27% av atkvøðunum og 13 sessum (5 fleiri enn undanfarna val).
Vinstrihreyfingin – grænt framboð V (Left-Green Movement), við 12.57% av atkvøðunum og 8 sessum (3 færri enn undanfarna val).
Samfylkingin jafnaðarmannaflokkur Íslands S (Social Democratic Allience), við 9.93% og 6 sessum (1 færri enn undanfarna val).
Flokkur fólksins F (People´s Party), við 8.85% av atkvøðunum og 6 sessum (2 fleiri enn undanfarna val).
Píratar P (Pirate Party), við 8.63% av atkvøðunum og 6 sessum (sama sum undanfarna val).
Viðreisn C (Reform Party), við 8.33% av atkvøðunum og 5 sessum (1 fleiri enn undanfarna val).
Miðflokkurinn M (Centre Party), við 5.45% og 3 sessum (4 færri enn undanfarna val).
Harumframt stillaðu flokkarnir Ábyrg framtið (Responsible Future), Frjálslyndi lyðræðisflokkurinn (Liberal Democratic Party) og Sósialistaflokkur Íslands (Icelandic Socialist Party) upp, men fingu ongar sessir.
30 kvinnur og 33 menn vórðu vald í Altingið. Samgongan fevnir um Sjálfstæðisflokkinn, Framsóknarflokkinn og Vinstri-Græn. Bjarni Benediktsson úr Sjálfstæðisflokkinum er forsætismálaráðharri.
Sjálfstæðisflokkurinn:
Hoyrir til tann konservativa flokksbólkin í altjóða høpi. Sjálfstæðisflokkurinn varð stovnaður í 1929 sum ein samanrenning av Íhaldsflokkinum (Konservativa flokkinum) og Frjálslynda flokkinum (Liberala flokkinum) og er tann størsta politiska rørslan í Íslandi.
Tað týdningarmesta í stevnuskránni hjá Sjálfstæðisflokkinum er:
Trúgvin á frælsi hins einstaka og at hvør borgari hevur ábyrgd av sínum egnu verkum, fordómsloysi mótvegis áskoðanum og livihátti hjá øðrum, felags áhugamál hjá ymsu samfelagsstættunum, og ivi um at staturin kann loysa allar trupulleikar.
Sjálfstæðisflokkurinn er heitur talsmaður fyri einskiljingum á øllum økjum í samfelagnum. Flokkurin er grundleggjandi ímóti ES-limaskapi, tó at tað eru røddir innanfloks, sum lata meiri upp fyri at nærkast ES.
Vinstri-Græn:
Hoyrir til vinstra-sosialistiska flokksbólkin í altjóða høpi. Vinstri Grænir vórðu stovnaðir í februar 1999 fyri at savna tey vinstravendu og umhvørvisverndarfólk. Ein roynd hevði verið gjørd í eina tíð at savna fólk frá Alþýðuflokkinum, Alþýðubandalaginu og Kvennalistanum í ein flokk, men har vóru nógvar ymiskar meiningar og ósemjur. Meirilutin stovnaði Samfylkingina, meðan ein partur (serliga frá Alþýðubandalaginu) stovnaði Vinstri Græna. Stevnumið flokksins er at samantvinna sosial mál og umhvørvisvernd. Haraftrat eru komin mál sum bygdamenning, kvinnufrælsi/javnstøða og fræls altjóðastevna. Flokkurin ynskir at Ísland er sjálvstøðugt og óheft í altjóða høpi, og sostatt stendur uttanfyri td. NATO og ES.
Framsóknarflokkurinn:
Hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi. Framsóknarflokkurinn er elsti flokkur Íslands og varð settur á stovn av Samvinnu-rørsluni og ungdómsrørsluni í desember 1916. Flokkurin liggur høgrumegin miðjuna og hevur verið grundfestur í landbúnaðinum. Hann hevur megnað at hildið ein part av kjarnuveljarunum at sær, tá hugsað verður um stóru broytingarnar, sum eru farnar fram frá landbúnaðarsamfelagnum til ídnaðar – og tænastuvinnu samfelagið, síðan flokkurin varð stovnaður.
Framsóknarflokkurin vil loysa mál við støði í sosialari hugsjón og vælferð, samstundis sum hann leggur dent á eitt sterkt vinnulív sum amboð til at menna vælferðarstatin. Hann er forsprákari fyri at gera nýtslu av náttúrutilfeinginum til tess at menna vinnu og ídnað.
Sendistovan í Reykjavík
16. septembur 2024