Valrættur hjá lesandi uttanlands
Lesandi, sum vegna útbúgving hava fyribils tilhald uttanfyri Føroyar, hava valrætt til løgtings- og fólkatingsval, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti, og um tey frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásett/ur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í tí kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum www.amr.fo og á heimasíðum hjá føroyskum kommunum og viðskiftastovum.
Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku av veljarum á vallista. Landsfólkayvirlitið førir eitt savnað yvirlit av tílíkum veljarum.
Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, til dømis sendistovur og donsk fólkayvirlit. Brævatkvøður kunnu greiðast í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.