Menningarsamstarv

Menningarsamstarvspolitikkur Føroya

Sambært løgtingslógini um altjóða menningarsamstarv er høvuðsendamálið við altjóða menningarsamstarvi at virka fyri at minka um búskaparliga ójavnan í heiminum gjøgnum burðardygt menningarsamstarv.

Umframt at virka fyri hesum máli hevur landsstýrið sett sær fyri at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum.

Játtan
Játtanin til menningarsamstarv í 2016 er 2,5 milliónir krónur. Tvær umsóknarfreistir eru: 1. mai og 1. september á hvørjum ári.

Umsóknir
Umsóknir skulu lúka ásetingunum í lóggávuni og umsóknarblað um stuðul til menningarsamstarv skal nýtast.

Tað er sera umráðandi fyri viðgerðina av eini umsókn, at lýsingin av verkætlanini er neyv og greið, og at allir spurningar eru svaraðir. Víst verður somuleiðis til Krøv og raðfestingar í sambandi við stuðul.

Víst verður somuleiðis til eitt dømi um eina umsókn, ið lýkur formligu krøvini til menningarstuðul.

Stuðul verður bert latin londum, ið OECD skilmarkar sum menningarlond.

Umsøkjarar eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við Uttanríkistænastuna, um spurningar ella ivamál eru, á telefon 30 66 00.

Leinkjur

OECD

UNDP

HEIMSBANKIN

MERCY CORPS

ABC BARNAHJÁLP

CRUDEC

REYÐI KROSSUR

REYÐI KROSSUR FØROYAR

WFP

ADRA

Lógargrundarlag

Lóg um altjóða menningarsamstarv